Carro 30 ár - og nýggjan stásiligan bilverkstað

Við flogvøllin í Vágum er ein væl útgjørdur bilverkstaður við allari útgerð til mekaniskt arbeiði eins og umvælingar av skaðum. 

 

Søgan um Carro byrjar, tá Niels Nattestad og Uni S. Joensen í 1992 keyptu bilverkstaðið í Sandavági.

 

Fyrstu árini arbeiddu teir saman og høvdu fólk aftrat sær. Síðani 1998 rak Niels Nattestad einsamallur verkstaðin, sum var í Sandavági, til hann í mars 2017 brann í grund.

 

Eftir tað var Carro í fyribils hølum í Miðvági til september í 2021, tá flutt varð í nýggjan stásiligan bygning við allari útgerð, sum ein nútímans bilverkstaður skal hava.

 

Nýggi bygningurin er tilsamans góðar 900 fermetrar.

 

Hjá Carro verða allar umvælingar gjørdar, bæði mekaniskar- og skaðaumvælingar. 

 

Bilarnir eru nógv broyttir hesi seinastu árini, og tað krevur nógv av starvsfólkunum at kunna umvæla nýggju bilarnar.

 

Verkstaðurin lýkur øll krøv, og starvsfólkini verða javnan dagførd við tí nýggjasta, sum kemur fram á tøkniliga økinum.

 

Á verkstaðnum eru testarar til t.d. motorstilling og feilfinning eins og 4-hjólsútmátingartól.

 

Eisini er aøla av dekkum og dekkverkstaður.

 

##med2##

 

Verkstaðurin tekur sær av øllum skaðum, bæði privatum og tryggingarskaðum, sum verða sýnaðir á verkstaðnum.

 

- Vit bíleggja eykalutir on-line. Um vit eitt nú bíleggja um morgunin, hava vit eykalutirnar á middegi. Eisini hava vit dekk í flest øllum støddum á goymslu.  

 

Niels Nattestad, stjóri í Sp/f Carro, sigur, at stórur dentur verður lagdur á eina góða tænastu, har kundin følir seg væl.

 

- Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, um okkurt er áfatt við bilinum ella at koma til eftirlit við bilinum, sigur stjórin í Sp/f Carro. 

 

##med3##

 

##med4##