Carsten From: Evropa Cup dregur

Eg kundi tikið av onkrum tilboði frá 1.deildar feløgum í Danmark, men eg havi hug at royna nakað nýtt, sigur nýggi HB-framherjin Carsten From

-Eg havi leikt tveir UEFA-Cup dystir fyri FC Midtjylland, og tað var nakað heilt serligt, og tí er luttøkan í Champions League hjá HB, ein av orsøkunum, eg havi valt at gera sáttmála við HB fyri komandi kappingarár, segði Carsten From eftir tíðindafundin týsdagin.

Nýggi HB-leikarin vísti á, at um hann hevði fingið sama tilboð frá grannunum í B36, hevði hann ikki tikið av, tí B36 luttekur ikki í evropeiskum fótbólti í ár.

Carsten From hevði tilboð frá fleiri 1.deildar feløgunum í Danmark, men valdi kortini at gera sáttmála við HB. - Eg havi hug at royna okkurt nýtt, og tá tað vísti seg at HB kom við einum tilboði, valdi eg at taka av, greiðir Carsten From frá.

Ætlanin er, at nýggi HB-framherjin, umframt at spæla fótbólt, eisini skal arbeiða. Gentan hjá Carsten From kemur eisini til Føroya at búgva, og tey skulu búleikast í Føroyum næsta árið.

Hann sigur seg gleða seg til kappingarárið og til tilveruna í Føroyum.

- Nú kenni eg av góðum grundum ikki støðið í Føroyum, og eg havi latið mær fortalt, at HB hevur mist fleiri lykla-leikarar frá meistaraliðnum í fjør, men kortini havi eg góðar vónir til at vit fara at standa okkum væl í ár, sigur nýggi HB-áleyparin at enda.