Í hesum sambandi hevur Bailine fingið danska læknan og heilsuráðgevan Carsten Vagn-Hansen til Føroya at halda fyrilestrar um í høvuðsheitum lívsstíl og lívsvirði.
Hann heldur tveir fyrilestrar á Hotel Føroyum ávikavist mánakvøldið 27. september og mikukvøldið 29. september um kost, sodning, tarmfunktión, typu 2 diabetes og natúrliga viðgerð, sang, heilsu og lívsgleði, krabbameinsfyribyrging og natúrliga viðgerð.
Umframt fyrilestarnar skipar Carsten Vagn-Hansen fyri skeiði fyri kvinnur og menn í hølunum hjá Bailine í Lucas Debesargøtu í Havn týsdagin 28. september. Evnini á skeiðnum eru til dømis heilsugóður kostur, mjólk, hvíttmjøl og sukur við atliti at vekttrupulleikum, gikt, sclerose, diabetes, fybromyalgi, sýru/basu, teimum við stoffskiftissjúku og teirra trupulleikum at lætna, og hví tað er so torført hjá summum at lætna.
Árið 2010 er rørsluár og 2011 er kostár, so at bæði árini eru í góðum samsvari við endamálinum hjá Bailine, og tað er at bøta um fólkaheilsuna, sigur Elinborg Johannesen, sum eigur og rekur Bailine-klinikkina í Havn.
Bailine er eitt internationalt system við vekt- og figurkontrolli fyri kvinnur.