Stórur spenningur er um hvør verður heimsmeistari í talv, nú norðmaðurin Magnus Carlsen og amerikanarin Fabiano Caruana enn einaferð tóku til takka við remi, tá teir hittust til 8. talvi í HM-dystinum.
Tólv klassisk talv eru sett av til at finna út av um Fabiano Caruana megnar at vinna heimsmeistaraheiti av Magnus Carlsen, ið hevur havt heitið síðan 2013, tá hann vann á Viswanathan Anand.
Talan hevur verið um nøkur serstakliga jøvn talv millum teir báðar stórmeistararnar og er hetta fyrstu ferð síðan 1995, at átta tey fyrstu talvini eru enda i remi. Tá vóru tað russiski Garry Kasparov og indiski Viswanathan Anand, ið spældu átta remi, áðrenn Kasparov gjørdi bart og vann heimsmeistaraheitið.
Ein teirra sum fylgir væl við hvussu leikur fer fram í London, har teir báðir stórmeistararnir sita yvirav hvørjum øðrum, er Helgi Dam Ziska, Føroya fremsti telvari. Hann er ikki bilsin av, at talan er um jøvn talv, tí talan er um tveir javnar telvarar.
- Teir eru øgiligir javnir, ið styrkistølini eisini benda á. Hetta er fyrsti HM-dystur síðan Kasparov og Kramnik møttust í 2000, at nummar eitt og tvey í heiminum telva HM-dyst. Magnus hevur telvað tríggjar HM-dystir áður, men hóast hann hevur ligið nummar eitt hvørja ferð, so hevur mótstøðumaðurin aldrin verið nummar tvey, vísir Helgi Dam Ziska á.
Nú einans fýra klassisk talv eru eftir í HM-dystinum, metir føroyski telvarin, at amerikanski stórmeistarin hevur ein fyrimun.
- Caruana skal helst vinna eitt av teimum síðstu fýra og hann hevur eisini munin nú, tí síðstu trý talvini hevur hann fingið sálarliga yvirtakið. Tað hendi aftaná, at Carlsen einki fekk gjørt, tá hann hevði hvítt í sætta og sjeynda talinum. Tað er eitt niðurlag, tí tá man hevur hvítt, so skal man í hvørt fall gera ein vørr, men Caruana megnaði at steðga honum. Hinvegin megnaði Caruana, ið hevði hvíta fólkið í dag, at leggja eitt rættiliga gott trýst á Carlsen við einum óvæntaðum varianti, greiðir Helgi Dam Ziska frá.
Hóast tað eru fýra klassisk talv eftir, so er føroyski telvarin rættiliga vísir í, at um annar megnar at vinna eitt av teimum báðum næstu talvunum, so er HM-dysturin næstan avgreiddur.
- Um ein vinnur, so er tað ræðuliga tætt við at vera avgreitt. Tí um annar bara spælir fyri at fáa remi, so er ringt at vinna. Grundin til at summi talv vera spennadi, er tí báðir tveir vilja tað. Men um annar slett ikki vil, so er tungt hjá hinum at skapa nakað. So eg trúgvi, at um annar vinnur næsta talvið, so er tað 90 prosent avgjørt, sigur Helgi Dam Ziska.
Um so er, at tað stendur á jøvnum, tá øll tólv klassisku talvini eru avgreidd, verður farið víðari til snar- og kviktalv og har hevur Magnus Carlsen ein greiðan fyrimun.
- Carlsen hevur absolutt fyrimun, um teir koma út í umdyst. Hann er suvurenur í bæði kvik- og snartalvi, meðan Carauna hevur havt trupulleikar í teimum, hóast hann er blivin frægari í seinastu. So hann kann bjóða Carlsen av, men tá hevur Carlsen ein greiðan fyrimun, sigur Helgi Dam Ziska.