Manchester United vísti í gjár fram nýggja miðvallan, Casemiro. Brasilski miðvallarin er keyptur úr Real Madrid fyri áleið 500 milliónir krónur, og hevur gjørt ein fimm ára sáttmála.
30 ára gamli miðvallarin bleiv presenteraður fyri viðhaldsfólkunum undan 2-1 sigrinum á Liverpool í gjár. Keypið er eitt sindur óvæntað, tí Real Madrid eru besta liðið í Evropa í løtuni, men helst er tað longdin á sáttmálanum, ið dregur.
Real Madrid hevur við bæði Cristiano Ronaldo og Sergio Ramos víst, at felagið ikki er sinnað at gera langtíðar sáttmálar við spælarar, sum eru farnir um tey 30 árini. Tí skal Casemiro hava áhuga í at skifta Real Madrid og Champions League fótbólt út við Manchester United og Europa League.
Prísurin sigst liggja um 500 milliónir krónur fyri verjukenda miðvallaran. Casemiro er annars partur av einum miðvølli, sum fer í søgubøkurnar. Saman við Toni Kroos og Luka Modric hevur Casemiro vunnið Champions League fimm ferðir.