CD á PC

Nýggir CD-spælarar kunnu, við hjálp av eini CD databasu á Internetinum, vísa, hvørji løg eru á einari tónleika-CD

Tekstmaskinan


Teldan er útmerkað sum CD-spælari. Ein heilur hópur av góðum forritum finnast at spæla tónleika-CD?ir við, og við telduni ber til, bæði at spæla tónleikin á fleiri ymiskar hættir og gera tað lættari, enn við einum vanligum CD-spælara.

Men hvørki vanligi CD-spælarin ella teldan megna at vísa heitið á lagnum, spælt verður. Tað er ikki nøktandi, men heldur ikki so løgið, alt tann stund heitini ikki eru á diskinum.


Hjálp frá Internetinum

Tónleikaframleiðararnir stríðast ídnir at finna eitt format, so upplýsingarnir kunnu liggja á CD?ini, men til tað eydnast, er neyðugt antin sjálvur at tasta upplýsingarnar inn, ella at brúka Internetið.

Á Netinum ber nevniliga til at fáa øll heitini á CD?unum upp á skíggjan, beinanvegin diskurin verður settur í telduna. Tað einasta, ið krevst, er eitt CD software, sum kann koma í samband við eina tænastu á Netinum, har upplýsingarnir um CD?ir eru savnaðir.

Tænastan eitur CDDB, CD databasan. Basan er á eini røð av servarum um allan heim og verður alla tíðina uppdaterað av teimum, ið nýta hana. Í løtuni eru góðar 100.000 CD?ir í samlingini. Og hvønn dag leggjast einar1000 aftrat.


Soleiðis virkar tað

Tá neyðugi CD?spælarin, sum kann downloadast frá egnu heimasíðuni hjá CDDB, er settur í og koblaður til Netið, koma allir upplýsingar fram á skíggjamyndini beinanvegin diskurin verður settur í støðina. Databasan finnur fram til, hvat sett er í disklastøðina við at samanbera heitini á løgunum við longdina á løgunum, og tá neyvan finnast tveir CD?ir við sama navni, ið eru júst líka langir, kemur databasan altíð við røttu upplýsingunum.

CD basan og spælarin finnast á Internetinum á adressuni www.cddb.com.