Celtic kláraðu tað

Celtic, undir leiðslu av Gordon Strachan høvdu bara fyri neyðini at fáa eitt stig í trupla útidystinum móti Milan á San Siro Leikvøllinum, ella skuldi Shakhtar missa á stokkinum, til tess at Celtic var tryggjað víðari luttøku í Champions League kappingini.

 

Celtic vitjaðu í Milano og ukrainska Shakhtar Donetsk høvdu heimavøll móti portugisiska Benfica.

 

Celtic tørvaði stig, ella at Shakhtar taptu sín dyst, og tað var júst hetta seinna, ið hendi. Heima í ukrainska kuldanum taptu Shakhtar 2-1 móti einum Benfica liði, og so hevði tað ikki so stóran týdning at Celtic eisini tapti sín dyst móti meistarunum frá í fjør.

 

Í Milano løgdu bæði liðini sera varið út, og tíðuligt var at síggja á øllum brøgdum, at Milan ikki nýttust at skapa nakað, og lógu tí og bíðaðu í verjustøðu, meðan Celtic var sera varið, fyri ikki at vekja ?sovandi bjørnina?. Tá umleið ein tími var farin av dystinum kom brádliga ferð á, og Celtic byrjaðu at blaka varnið eitt sindur til viks.

 

At Milan hevur klassa, er øllum greitt. Fá lið koma til San Siro í Milano og fara avstað við stigum, og so skuldi heldur ikki vera í kvøld, tí málrevurin yvir allar málrevar, navnframi Filippo Inzaghi vildi tað ørðvísi.

 

Við sínum 63. máli í Champions League høpi, kundi hann taka metið frá ikki minni navnframa Gerd Müller, ?Der Bomber?, og samstundis enn einaferð verða ?match vinnari? fyri Milan.

 

Milan og Celtic koma víðari úr bólkinum, meðan Benfica vann sær rætt til UEFA Cup luttøku.