Challenge Cup: Mjølnir tapti 0-3 á heimavølli

Klaksvíkingar fingu 65 bóltar í gólvið hjá mótstøðuliðnum

Mynd: Mjølnir

Mjølnir spældi í kvøld seinna dystin í Challenge Cup móti niðurlendska liðnum, Sliedrecht.

 

Á útivølli tapti Mjølnir 0-3, og tað gjørdu teir aftur í kvøld. Klaksvikingar góvu tó Skiedrecht góða mótstøðu í øllum trimum settunum. Serliga í øðrum settinum.

 

Settmunurin var 21-25, 23-25 og 21-25.

 

Sostatt tapti Mjølnir samlað 0-6. Í kvøld fekk Mjølnir 65 bóltar í gólvið hjá Sliedrecht, ið má staðfestast at vera heiðurligt avrik móti risastóru favorittunum úr Niðurlondum.

 

Mynd: Mjølnir