Uttanríkisráðið í Aserbadjan leggur Iran undir at hava framt eitt dronuálop á landið, sum liggur millum Iran, Armenia og Turkaland.
Men, sambært AP-tíðindastovuni sigur Iran, at landið stendur ikki aftanfyri álopið, har í minsta lagi tvær dronur raktu Aserbadjan.
Onnur rakti ein terminalbygning á einum flogvølli, har tvey fólk fingu løstir. Hin rakti nærindis einum skúlabygningi.
- Vit fordøma upp á tað harðasta hesi dronuálop úr Iran, sigur uttanríkisráðið í Aserbadjan, sum hevur biðið um samrøðu við iranska sendimannin.
Sambært myndugleikunum í Baku er álopið brot á fólkarættin og eggjar til øktan spenning í økinum.
Myndugleikarnir í Aserbadjan siga seg vilja hava eina frágreiðing um tað, sum hendi og vilja seta tiltøk í verk, sum kunnu byrgja uppfyri, at slíkt hendir aftur.
Á sosialum miðlum síggjast video-brot, sum skulu vísa hendingarnar, tá drona rakti við altjóða flogvøllin í Nakhitsjevan.
Á video-brotum sæst, at ein drona fer gjøgnum luftina við javnari ferð, til hon at enda fer niður í ein bygning.
- Her sæst ein spreinging, og bæði eldur og roykur standa upp úr bygninginum, veit Verdens Gang at siga fyrrapartin.










