Champions League pláss upp á spæl í dag

Nummar fimm, seks, sjey og átta í Premier League spæla móti hvørjum øðrum í dag.

Klokkan 12.00 Tottenham - West Ham

Klokkan 14.05 Everton - Leicester

Klokkan 16.15 Southampton - Liverpool

 

Nummar fimm, seks, sjey og átta í Premier League spæla móti hvørjum øðrum í dag, og tey ynskja øll at gera sær dælt av, at Manchester United, ið liggja á týdningarmikla 4. plássinum, taptu í gjár.

 

Fyrsti dysturin í dag er grannauppgerðin millum Tottenham og West Ham á White Hart Lane í dag.

 

Hetta er ein strævin tíð hjá Tottenham, ið skulu spæla seks dystir í 17 dagar. Hósdagin spældu teir javnt móti Fiorentina, sum tær skulu møta aftur komandi hósdag, meðan finalan í Carling Cup er á skránni komandi vikuskifti. Men fyrst er ein týdningarmikil dystur í stríðnum um fjórða plássið.

 

West Ham vóru leingi væl við í stríðnum um fjórða plássið, men eru dragnaðir nakað seinastu vikurnar og liggja nú nummar átta, níggju stig aftanfyri Manchester United. Tottenham eru nummar seks, fýra stig aftanfyri Manchester United.

 

Mong høvdu væntað, at Everton fór at vera við í harða stríðnum um seinasta Champions League-plássið, men illa hevur gingist bláa felagnum úr Liverpool. Teir liggja einans fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, á einum 12. plássi og hava einans vunnið ein av teimum seinastu níggju dystunum. 

 

Leicester liggja hinvegin fimm stig undir niðurflytingarstrikuni og mugu royna at skava sær øll tey stig saman, teir kunnu, um teir skulu yvirliva í bestu deildini. 

 

Síðsti dysturin í Premier Leauge í dag er millum Southampton á fimta plássi og Liverpool á sjeynda plássi.

 

Liverpool hava einans tapt ein dyst av teimum seinastu 17 teir hava spælt og eru av álvara um at nærkast tí hálovaða 4. plássinum. Enn eru tó fimm stig upp til Manchester United.

 

Southampton eru ársins yvirraskilsi. Felagið misti nógvar av sínum stjørnuleikarum undan hesum kappingarárinum, fleiri fóru til Liverpool, meðan venjarin skifti til Tottenham. Inn kom Ronald Koeman og tók yvir eitt lið, sum mong væntaðu fór at stríðast í botninum. Hollendarin hevur tó fingið liðið at spælt góðan fótbólt og fleiri góð úrslit eru komin í kjalarvørrinum á tí. Ein sigur í dag lyftir Southampton upp á triðja pláss, framm um Manchester United og Arsenal.