Champions League: Sigrar til City og Barcelona - FCK leikti javnt

Sporting, Frankfurt og Club Brügge vunnu stórsigrar

Erling Braut Haaland hevur nú skotið 50 mál í Champions League

Hóskvøldið vóru seks dystir leiktir í deildarspælinum í Champions League. 

 

FC Keypmannahavn var eina hársbreidd frá at knógva ein 2-1 sigur móti týska risanum, Bayer Leverkusen, ið hevur Kasper Hjulmand sum høvuðsvenjara. Pantelis Chatzidiakos hjá FCK var so óheppin at gera sjálvmál móti dystarenda, og so mátti FCK taka til takkar við einum javnleiki. 

 

Manchester City vann 2-0 á Napoli á heimavølli, har Erling Braut Haaland fekk æruna at skjóta mál nummar 50 í Champions League. 25 ára gamli Haaland er tann yngsti leikarin nakrantíð, ið rundar 50 mál í Champions League. 

 

Marcus Rashford var tvífaldur málskjútti fyri FC Barcelona, ið vann 2-1 á Newcastle á útivølli.

 

Sporting Lissabon, Eintracht Frankfurt og Club Brügge vunnu stórsigrar í kvøld.

 

FC Keypmannahavn-Bayer Leverkusen 2-2 (1-0)

1-0 Jordan Larsson ('9 )

1-1 Alex Grimaldo ('82 )

2-1 Robert ('87 )

2-2 sjálvmál ('90 )

 

Manchester City-Napoli 2-0 (0-0)

1-0 Erling Haaland ('56 )

2-0 Jeremy Doku ('65 )

 

Newcastle- FC Barcelona 1-2 (0-0)

0-1 Marcus Rashford ('58 )

0-2 Marcus Rashford ('67 )

1-2 Anthony Gordon ('90 )

 

Eintracht Frankfurt-Galatasaray 5-1 (2-1)

0-1 Yunus Akgun ('8 )

1-1 sjálvmál ('37 )

2-1 Can Uzun ('45 )

3-1 Jonathan Burkardt ('45 )

4-1 Jonathan Burkardt ('66 )

5-1 Ansgar Knauff ('75 )

 

Sporting Lissabon-Kairat 4-1 (1-0)

1-0 Francisco Trincao ('44 )

2-0 Francisco Trincao ('65 )

3-0 Alisson Santos ('67 )

4-0 Geovany Quenda ('68 )

4-1 Edmilson ('86 )

 

Club Brugge-Monaco 4-1 (3-0)

1-0 Nicolo Tresoldi ('32 )

2-0 Raphael Onyedika ('39 )

3-0 Hans Vanaken ('43 )

4-0 Mamadou Diakhon ('75 )

4-1 Ansu Fati ('90 )

 

 

 

 

 

 

 

Erling Braut Haaland hevur nú skotið 50 mál í Champions League