Chase leggur 80'ini aftur um bak

Tey, sum vænta eina fløgu við 80'ara rocktónleiki frá Chase, fáa eitt sjokk, lovar sangarin í bólkinum

 

Tónleikur

Pop.fo



Full ferð er á upptøkunum til nýggja fløgu við rockbólkinum Chase.

Upptøkur eru gjørdar í Keypmannahavn, men nú fer alt fram í JacZac Studio í Havn, har Niclas Johannesen stendur fyri arbeiðnum.

Í dagbók á heimasíðuni hjá Chase sigur sangarin í bólkinum, Edmund Jacobsen, at tónleikur uttan iva kann kallast rocktónleikur.

- Men tey, sum vænta eina reindyrkaða 80'ara fløgu fáa nokk eitt sjokk, sigur hann. Hann vil tó ikki avdúka, hvat hetta í roynd og veru merkir.

Ætlanin er, at nýggja fløgan skal koma út í hesum árinum, men tað ganga einar tvær vikur, áðrenn endaligi útgávudagurin kann ásetast.