Hugo Chavez heldur fram sum forseti í Venesuela eitt valskeið afturat, tí hann vann forsetavalið í gjár.
Valnevndin kunngjørdi í nátt, at tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Hugo Chavez fingið 54 prosent av atkvøðunum, og at hitt valevnið, Henrique Capriles, hevði fingið 44,97 prosent. Valluttøkan var 81 prosent.
Henrique Capriles ynskti í nátt Chavez tillukku við sigrinum.
Tíðindastovurnar skriva, at úrslitið er nær við tað, sum meiningakanningar undan valinum vístu.
Eitt forsetavalskeið í Venesuela er seks ár.