Venesuelski forsetin, Hugo Chavez, hartar kolombisku uppreistrarrørsluna, tí hon tekur sivilfólk gíslar -Var eg í tykkara stað, hevði eg ikki burturflutt sivilfólk. Hví taka eina kvinnu ella ein mann, sum ikki eru herfólk, spurdi Hugo Chavez á einum altjóða fundi í Venesuela.
Hugo Chavez segði seg skilja, at ein uppreistrarrørsla kann taka hermenn og løgreglumenn.
-Men hetta er ikki galdandi, tá vit hugsa um Ingrid Betancourt og hini sivilfólkini, sum FARC hevur sum gíslar, segði venesuelski forsetin. Hann legði afturat, at Venesuela virkar framvegis fyri at fáa FARC at lata Ingrid Betancourt og aðrar gíslar leysar.
Ingrid Betancourt bleiv burturflutt, tá hon stillaði upp til forsetavalið í Kolombia í 2000. Í seinastuni hevur ljóðað, at hon er illa sjúk.