Nú er greitt, at tónleikararnir hava megnað at savna inn 28.595 krónur til Hans Jacob Garðalíð. ? Vit halda hetta er ein virðiligur máti at siga manga takk, siga tónleikararni Loksins er greitt júst hvussu stóra peningaupphædd tónleikararnir megnaðu at savna inn til Hans Jacob Garðalíð, kokk, ið stóð fyri mati og drekka til tónleikararnir á festivalinum við Múrin.
-Vit eru vælnøgdir við endaliga úrslitið, tó vit høvdu kanska vónað meira, sigur Rókur Jákupsson Jakobsen.
Hóast tað ikki eydnaðist at savna tað fullu upphæddina inn, nevniliga 100.000 krónur, so kemur hetta kortini væl við hjá Hans Jacob Garðalíð, ið fegnast um stuðulin.
-Nógv privat fólk og fyritøkur hava víst sín stuðul við at flyta pening inn á konto í Føroya Banka, og tað er ótrúliga flott at so nógv privat fólk hava stuðla, sigur Rókur Jákupsson Jakobsen.
Hóast peningainnsavningin var høvuðsendamálið við CHEF AID, so var tað kortini ikki einasti fyrimunur við tiltakinum.
-Tað er í sær sjálvum fantastiskt, at tónleikararnir megna at standa saman um eina góða søk, sigur Rókur Jákupsson Jakobsen.
Hans Jacob Garðalíð fær í dag flutt kr. 28.595,44 inna á konto sína, sum plástur á sárið.