Chelsea - Atletico er ikki fótbóltur

(Upptakt) Tað sigur Bayern Munchen spælarin, Arjen Robben, um dystin í kvøld

Í kvøld verður seinna hálvlfinalan millum enska Chelsea og spanska Atletico Madrid. Bæði liðini hava verið fyri atfinningum, eftir at fyrri dysturin millum liðini endaði við málleysum javnleiki. Fótbólturin er ov lítið áhugaverdur siga tey.

 

- Eg hugdi eftir fyrra dystinum, men kláraði næstan ikki at hyggja. Tað er ikki fótbóltur, sum hasi bæði liðini spæla, sigur Arjen Robben, sum tó leggur afturat, at hann hevur virðing fyri báðum venjarunum, umframt at hann væntar at Real Madrid vinnur Champions League.

 

Skaddir menn klárir - "mind games" frá José Mourinho?

 

Fyri Chelsea kemur tað væl við, at John Terry, Eden Hazard og Samuel Eto’o allir hava vant í vikuni. Teir hava verið skaddir í eina tíð og óvist var, um nakar av teimum bleiv klárur til dystin í kvøld.

 

Í vikuni vóru teir allir til venjing og tí bendi rnógv á, at teir tríggir koma at spæla onkran leiklut í kvøld. Petr Cech, kekkiski málverjin, vandi eisini við, men hann verður eftir øllum at døma ikki klárur. Tí stendur Mark Schwarzer helst í mál í kvøld.

 

Frank Lampard og John Obi Mikel hava báðir leikbann, eftir at hava fingið gul kort í fyrru hálvfinaluni. Heldur ikki Nemanja Matic ella Mohamed Salah eru við, tí teir hava spælt við øðrum feløgum í Champions League hetta kappingarárið.

 

Diego Simeone uttan liðskiparan

 

Atletico Madrid verður uttan liðskiparan Gabi. Hann fekk gult kort í fyrru hálvlfinaluni og hevur tí leikbann í kvøld.

 

Venjarin hjá Atletico Madrid, Diego Simeone, hevur ikki hug at finnast at spæliháttinum hjá Chelsea. Diego Simeone sigur millum annað, at tað eru ymiskir mátar at spæla fótbólt upp á, og tað er nakað sum hann virðir.

 

Stóra stjørnan hjá Atletico Madrid, framherjin Diego Costa, er tøkur. Hann hevur drigist við skaða, men spældi um vikuskiftið móti Valencia. Málverjin hjá spanska felagnum er belgiski Thibaut Nicolas Marc Courtois, sum er útleigaður frá júst Chelsea. Hetta er fyrstu ferð, at hann spælir móti Chelsea á Stamford Bridge.

 

Vinnari skal møta Real Madrid í finaluni í Portugal.

 

Champions League – hálvfinaluna:

Chelsea (0) – (0) Atletico Madrid (19.45)