Chelsea hongur í

Í kvøld vann Chelsea tepurt 1-0 á útivølli ímóti Manchester City. Frank Lampard átti einasta málið í dystinum, sum hann eftir einum hálvum tíma fekk við at seta eitt brotsspark trygt í netið. Annars var tað liðið úr Manchester, ið sat mest á dystinum. Hvørki av liðunum hevði tó teir stóru málmøguleikarnir.

 

Sigurin hjá Chelsea minkaði munin niður til seks stig upp til Manchester United. 9 dystir eru eftir at leika av hesum kappingarárinum, so møguleikin at endurtaka meistaraheitið er framvegis til staðar hjá Chelsea.