Manchester United skuldi í dag klára seg uttan toppskorarin Wayne Rooney, meðan toppskorarin hjá Chelsea, Didier Drogba var á bonkinum. Chelsea legði seg á odda í 20. minutti, tá Florent Malouda legði innfyri til Joe Cole, sum hengisliga sendi bóltin í málið til 1-0.
Ì seinna hálvleiki skiftu Chelsea Didier Drogba inn. Tíggju minuttir seinni, í 79. minutti, legði hann Chelsea á odda 2-0, tá hann bleiv spældur leysur í brotssteiginum. Sjónvarpsmyndirnar vísa at Didier Drogba var rangstaddur.
Løtu seinni minkaði Manchester United um munin. Tað var innskifti Federico Macheda, ið tætt undir málinum skoraði. Eisini her var ivi um málið, tí myndirnar vísa, at Macheda møguliga nýtti hondina, tá hann skoraði. Manchester United royndi at trýsta til tað seinasta, men Chelsea stóð ímóti. Chelsea hava nú 74 stig á fyrsta plássi, meðan Manchester United framvegis hevur 72 stig, men nú á øðrum plássi.