Chelsea vil ikki sleppa United

Tætti tvídysturin í oddinum í ensku Premier League heldur fram, eftir at Chelsea í gjárkvøldið vann 4-1 á West Ham
Fyrsta málið fall eftir einum hálvum tíma, tá ið Shaun Wright-Phillips legði Chelsea á odda. Lítla løtu seinni javnaði argentinski Carlos Tevez fyri heimaliðið, men gleðin vardi ikki leingi hjá West Ham. Minuttin seinni hevði Shaun Wright-Phillips aftur skorað, hesuferð til hálvleiksstøðuna 2-1 til Chelsea.
Fimm minuttir inn í seinna hálvleik økti Salomon Kalou til 3-1, áðrenn Didier Drogba tíggju minuttir seinni skoraði til endaliga úrslitið, 4-1.
Nú liðini hava fimm dystir eftir at leika, er stigarmunurin trý stig.