Cheney ákærdur fyri ágang ímóti fangum

Amerikanski varaforsetin er ákærdur fyri at hava fingið pengar burtur úr privatum fongslum í statinum Texas, har fangar hava fingið ringa viðferð

Tað er ein l'gfrøðiligur stovnur í Texas, sum hevur reist ákæruna, men tað er ikki vist, at málið kemur í rættin, tí eftir skipanini skal ein dómari góðkenna ákæruna fyrst, og tað er ikki gjørt enn, skrivar Reuters.

Sambært ákæruni skal Dick Cheney hava gjørt íløgur fyri næstan 600 milliónir krónur í tey privatu fongslini í Texas, og tí vilja fólkini aftan fyri ákæruna vera við, at varaforsetin má átaka sær ein part av ábyrgdini av, at fangar hava fingið ringa viðferð í hesum fongslunum. Tey stevnandi vísa eisini á, at sum varaforseti hevði Cheney ávirkan á, hvør kundi fáa loyvi at reka privat fongsul.

Umframt Dick Cheney er fyrrverandi løgmálaráðharrin Alberto Gonzales stevndur í sama máli, tí at hann fyri tveimum árum síðani forðaði fyri, at viðurskiftini í teimum privatu fongslunum í Texas blivu kannað.

 

Onga viðmerking

Stevningin umfatar ikki fangar, sum sita ella hava sitið í amerikonskum fongslum í øðrum londum sambært yvirgangslógini, hóast fleiri amerikanskir fjølmiðlar hava nevnt, at bæði George W. Bush, forseti, og Dick Cheney, varaforseti, kunnu ábyrgjast fyri viðferðina, sum teir fangarnir hava fingið.

Talskvinnan hjá Chenty, Megan Mitchell, vil ikki gera viðmerkingar til stevningina í Texas.

-Vit hava ikki fingið nakra stevning, og tí kann eg sjálvandi ikki siga nakað um hetta, sigur hon við Reuters.