Síðsta kappingarár var Christian Lamhauge Holst ofta á beinkinum. Nú verður hann roknaður millum mest eyðsýndu spælararnar á Silkeborg liðnum, sum í fyrsta triðinginum av donsku kappingini hevur staðið seg væl betur, enn tað frammanundan varð roknað við.
Seinnapartin í dag fara Christian Lamhauge Holst og Silkeborg at spæla toppdyst í Parkini, og í tí sambandi sigur føroyski landsliðsspælarin frá, hvussu lítið hann og hinir í Lyngby, sum Christian áður hevur umboðað, halda um FCK sum fótbóltsfelag:
- Har er eingin sál og eingin søga. Talan er um eitt handilsfelag, sum eg havi lovað teimum í Lyngby, at eg ongantíð skal spæla í, sigur Christian Lamhauge Holst við sporten.dk.
- At spæla í sovornum felag hevði verið ímóti mínum politisku prinsippum. Eg rokni ikki við, at eg nakrantíð fari at fáa tilboð frá Don Ø, men um tað hevði komið, so skuldu nógvir pengar á borðið, áðrenn eg hevði sagt ja. Eitt sovorðið tilboð hevði verið fet upp eftir karrierustiganum, og tí høvdu tað ivaleyst verið fleiri, sum høvdu trýst á fyri at fáa meg at siga ja, ásannar Christian Lamhauge Holst, sum verður á liðnum hjá Silkeborg í Parkini í dag.
Undan 13. umfari er FCK nummar tvey við 24 stigum, og Silkeborg er nummar fimm við 20 stigum.