Dysturin millum Danmark og Finnland er fyribils útsettur, eftir at Christian Eriksen small um á vøllinum. Hjálparfólk og læknar hava givið honum hjartamassagu , men tað er ógreitt hvør støðan er hjá danska miðvallaranum.
Tað hevur merkt bæði spælarar og viðhaldsfólk, at stóra stjørnan á danska landsliðnum bara small um í fyrra hálvleiki. Tað gjørdist skjótt greitt, at talan var um eina álvarsliga støðu og spælararnir stillaðu seg í ein ring um Christian Eriksen.
Fyribils er støðan tann, at dysturin er útsettur.
##med2##
##ms##