Christian Eriksen hevur tað gott og smílist

EM 2020: DBU hevur á tíðindafundi í dag boðað frá, at Christian Eriksen hevur tað eftir umstøðunum gott

Danska Fótbóltssambandið hevur í dag ein tíðindafund, har tað verður kunnað um støðuna hjá Christiani Eriksen, sum small um á vøllinum til dystin móti Finnlandi í gjár.

 

Danski miðvallarin hevur tað eftir umstøðunum gott, og hann hevur verið í samband við hópin og venjararnar. Hann er ikki í lívsvandi og støðan er “stabil”, sum tað verður sagt. Læknin bleiv spurdur um orsøkina, man hann kundi ikki sga meir.

 

– Tað var ein risa lætti fyri meg at síggja Christian smíla í dag. Tað ger munin. Tað er ongin ivi um, at vit hava verið skelkaðir. Vit fingu møguleikan at spæla dystin um kvøld, ella í dag klokkan 12. Ongin okkara kláraði at hugsavna seg um at skula sova, og so spæla dagin eftir, men mínir spælarar skuldi ikki havt verið á vøllinum, segði Kasper Hjulmand, venjari hjá Danmak.

 

Tað hevur vakt ans, at UEFA gav Danmark tveir møguleikar at spæla, tá støðan var so álvarsom. Tey flestu halda fyri, at dysturin skuldi ikki verið tikin uppaftur – og skuldi í fyrsta lagi verið spældur eitt sindur seinni enn í dag klokkan 12, sum var seinna alternativið.