Christian Høgni turkaði tárini eftir Toda

Tá Todi Jónsson í oysandi regni noyddist av vøllinum, tók Christian Høgni Jacobsen yvir, og fekk føroysku áskoðararnar at gloyma alt um oysandi regnið, og í øllum førum í eina løtu eisini um skaðan hjá Toda

 

Landsdystur

Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg


Talan var um eitt slag av lagnudysti, tá føroyska landsliðið leygarkvøldið fór á Josy Barthels Stadium í Luksemburg. Fyri bæði liðini var galdandi, at ein sjáldsamur sigur var í eygsjón, og hóast okkara helst høvdu vónað sær øll stigini, so mundi størsta trýstið kortini liggja á heimaliðnum, Luksemburg.


Vertirnir høvdu virðing

Hóast sjúka, skaðar og leikbann høvdu gjørt sítt til, at føroyska liðið var nakað skert, so hevði landsliðsvenjarin valt at byrja í einari hampuliga framrættaðari uppstilling. Vit eru kanska við tíðini vorðin von við, at liðið hevur tveir fastar áleyparar, men umframt hetta, so tóktist útgangsstøðið á miðvøllinum eisini at vera meira framrættað. Ikki minst tí Jákup á Borg í høgru og Øssur Hansen í vinstru veruliga tóktust at vilja nakað fram eftir vøllinum.

Hetta gav eisini at bíta rættiliga skjótt. Føroysku áskoðararnir, sum vóru einir 130 í tali, mundu í øllum førum frøast um, at okkara menn fyrstu løtuna vóru meira framsóknir, og hóast yvirvágin ikki gav úrslit í nøkrum stórum málmøguleikum, so tóktist hetta bert at vera ein spurningur um tíð.

Øvugtan vegin tóktust vertirnir at hava eina lutfalsliga stóra virðing fyri okkum. Við einari varligari 4-5-1 løgdu teir so als ikki upp til nakað stormálop móti okkara.


Todi fór

Í fráveruni hjá Una Arge varð tað ikki óvæntað Kurt Mørkøre, sum varð valdur til makkara hjá Toda Jónssyni, og tað gekk heldur ikki so leingi, áðrenn onkur málmøguleiki fór at spyrjast burtur úr samstarvinum teirra millum.

Fyrsta dømi um hetta kom eftir lítlum korterið, tá samanspæl teirra millum endaði við einum hampuligum málmøguleika, sum tó bert gav eitt hornaspark sum úrslit.

Hetta skuldi tíverri eisini vísa seg at verða seinasta ferðin, at teir báðir av álvara órógvaðu mótstøðuverjuna. Gaman í megnaði Todi eina ferð at spæla John Petersen somikið leysan, at hesin ikki visti av tí sjálvur, men so hendi tað, sum so avgjørt ikki mátti henda. Í einari fullkomuliga vandaleysari støðu toygdi Todi seg ov langt, og úrslitið av hesum varð eisini skjótt greitt. Haltandi varð Todi hjálptur av vøllinum, og hóast áskoðararnir av øllum alvi takkaðu føroyska stjørnuleikaranum fyri avrikið, so var greitt, at teimum so als ikki hóvaði hendingina.

Tað sama tóktist tó ikki á nakran hátt at vera galdandi fyri leikararnar hjá Luksemburg. At Føroyar høvdu mist vandamesta leikaran viðførdi, at Luksemburg nú royndi at flyta spælið longur niðan á vøllin, Teir megnaðu sum so ikki at skapa nakrar serliga vandastøður, men í øllum førum fingu teir soleiðis flutt føroyska spælið burtur frá egnum máli, og gjørdist hetta tí sjálvandi vandaleysari.


Líktist 0-0

Sum hálvleikssteðgurin nærkaðist, tóktist talan alt meira at gerast um ein sannan 0-0 dyst, har hvørki av liðunum megnaði at bróta ígjøgnum, soleiðis at talan skuldi gerast um veruligar málmøguleikar.

Um sama mundi, sum Todi varð skiftur úr, fór regnið eisini av álvara at gera um seg, og fyri allar 22 á vøllinum var galdandi, at hetta ávirkaði støðufesti teirra.

Mótstøðumenninir tóktust tó nakað betri skøddir, tá farið varð út til seinna hálvleik. Teir megnaðu í størri mun at hava fótafestið á hála vøllinum, og brádliga tóktist vandi vera fyri, at føroyska liðið enn eina ferð skuldi tapa ein landsdyst, har vit annars høvdu sett vónirnar móti einum sigri. Ikki orsakað av góðum spæli frá vertunum, men heldur tí okkara í fleiri førum høvdu hug at gera kostnaðarmikil mistøk á vøllinum.

Hans Fróði fór í tveimum førum skeivur av bóltinum, og tá Jákup Mikkelsn so eisini misti bóltin millum beinini ta einu ferðina, mundi lagið á føroysku fjøldini av álvara dala.


Fleiri orsøkir

At tað so kortini eydnaðist okkara at vinna dystin, eru tó fleiri orsøkir til. Sjálvandi var tað heppið, at føroysku mistøkini fyrra partin av seinna hálvleiki ikki kostaðu nakað mál, men tað vóru so sanniliga eisini onnur viðurskifti, sum gjørdu seg galdandi.

Fyrst og fremst var orsøkin eitt framúr liðavrik, sum reint taktiskt man vera eitt hitt besta, sum føroyska liðið hevur framt. Í so at siga samfullar 90 minuttir vórðu allar avtalur á vøllinum hildnar. Hvør einstakur leikari røkti sína uppgávu, og summir gjørdu so avgjørt eisini meira enn tað.

Jákup á Borg og Fróði Benjaminsen sluppu fyri fyrstu ferð at royna seg frá byrjan í trýdningarmiklum dysti, men hetta tóktist ikki á nakran hátt at nerva teirra avrik. Julian Johsson skaraði fram umk hinar 21 á vøllinum, og hesa ferð var tað ikki bert orsakað av ótrúligu røkkivídd hansara á vøllinum. Eisini í skapandi partinum av spælinum var hann framúr, og tað man vera langt síðani, at feilprosent hansara í avspælinum av bóltinum hevur verið somikið lítið.

Eisini viðførdi drúgva javnstøðan, at mótstøðuliðið í størri mun royndi at leggja trýst á okkara. Teir førkaðu seg longur niðan á vøllin, og tá okkara framvegis hildu fast um útgangsstøðið, gjørdust umstøðurnar fyri kontraspælinum nú nógv betri.


Trumfurin

Seinasti trumfurin í øllum hesum var sjálvandi runavíkingurin, Christian Høgni Jacobsen. Hóast tað kann tykjast ótakksamt at skula loysa Toda Jónsson av, so megnaði hann í øllum førum partvíst at fáa okkum at gloyma alt um missin av liðskiparanum.

Fyrsta málið var ein sonn perla fyri ein áleypara, tá hann í røttum forward-stíli fekk sett eina langa tá á bóltin, so hesin kundi spíla meskarnar aftan fyri Besic í málinum hjá Luksemburg. At sjálvt uppspælið til málið eisini var framúr, tá Kurt fyrst fann Øss, sum síðani skrúvaði bóltin innfyri.

Seinna málið átti Christian Høgni eisini stóran heiður í. Fyrst taklaði hann bóltin yvir til Kurt, og tá hesin so spældi aftur, fór Christian Høgni avstað, áðrenn hann aftur spældi álopsfelagan, so hesin hegnisliga kundi trilla millum beinini á málverjanum.

Seinastu løtuna hevði føroyska liðið fullkomuliga tamarhald á støðuni. Eina ferð lúrdi vandin, men Jákup bjargaði, men sæð burtur frá hesum var eingin ivi um, at okkara skuldu fáa trý týdningarmikil stig við sær. Eingin ivi tóktist heldur at valda um hetta á áskoðaraplássinum, har harðmæltu føroyingarnar fullkomuliga settu seg á dystin við áskoðararnar hjá Luksemburg. Líka sum ein staðfesting av, at hóast vit í manntali eru færri enn tey flestu, so kunnu vit væl standa okkum, tá dystast verður við ellivu móti ellivu.


Framhaldið

Sjálvandi er ilt at siga, hvat framhaldið verður av sigrinum á Luksemburg, men einki er at ivast í , at hetta av álvara hevur skumpað undir sjálvsálitið til dystin móti russum, sum verður longu mikukvøldið.

Mótstøðan tá verður ivaleyst harðari, men hinvegin megnaðu júst luksemburgarar at fáa gott úrslit móti russum, og hví skulu vit so ikki eisini gera tað?


Dysturin í tølum

Luksemburg-Føroyar 0-2 (0-0)

0-1: Christian Høgni Jacobsen 75.

0-2: Kurt Mørkøre 83.


Luksemburg:Aiga Besic ? Patrick Posing, Manuel Schauls, Jeff Sarbenc, Laurent Deville, Rene Peters ? Sascha Schreder, Manuel Lardoni, Jeff Strasser, Luc Holtz ? Michel Zaritski


Føroyar: Jákup Mikkelsen ? Johan Byrial Hansen, Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen ? Øssur Hansen, Julian Johnsson, John Petersen, Fróði Benjaminsen (Rógvi Jacobsen 74.), Jákup á Borg (Súni Olsen 41.) ? Todi Jónsson (Christian Høgni Jacosen 19.), Kurt Mørkøre


Gul kort: Jákup á Borg 71., Julian Johnsson 90.


Dómarabólkur úr Ungarn: Apilla Hanacsek, Béla Mezö, Péter Kovacs, Appila Jugos


FIFA umboðsmaður. Jean-Pierra Morlans úr Fraklandi