Keyp og søla
Millum jól og nýggjar keypti smápartafelagið CJJ á Eiði, sum Christian Julius Jacobsen eigur, 32 tons stóra útróðrarbátin, Fagraklett, frá smápartafelagnum West í Klaksvík.
Umframt línubátin, Morgunstjørnuna, hevði Christian Julius 38 fót stóra glastrevjabátin, Oddny, sum er íslendskur bátur av slagnum, Gáski.
Samstundis, sum Christian Julius hevur keypt Fagraklett, hevur hann selt smápartafelagnum í Klaksvík glastrevjabátin.
Fagriklettur kallast nú Oddny.
Fýra mans
Christian Julius Jacobsen sigur, at Fagriklettur fer at rógva út við línu, og egnt verður í landi. Fýra mans verða burtur av knýttir at bátinum, tríggir umborð og ein í landi.
- Fagriklettur er klárur til útróður. Vit fara bert at gera okkurt smávegis umborð, áðrenn loyst verður ? helst einaferð í komandi viku, um veðrið verður betur.
Eigarin sigur, at fyrimunirnir við Fagrakletti fram um glastrevjabátin eru, at hesin er størri, og somuleiðis hevur báturin sínar egnu fiskidagar, sum fylgja við í keypinum. Haraftrat ber nú til at keypa fiskidagar.
- Snellur fylgja eisini við, men eg vænti, at tað verður línan, sum verður álitið hjá okkum, sigur Christian Julius Jacobsen.
Bygdur í 1947
Fagriklettur er bygdur úr eik í Korsør í Danmark í 1947. Hann er 15,41 metrar langur, 4,83 metrar breiður og er merktur til 32,2 tons. Maskinan, sum er frá 1988, er ein Grenaa Diesel 121 kW/165 hk.