Christian verður formaður

Um vikuskifti fundaðust fleiri av føroysku fótbóltsfeløgunum, og úrslitið av hesum tykist vera, at Christian Andreasen verður nýggjur FSF formaður í hesum mánaðinum

Fótbóltspolitikkur

Tað er ikki bara til løgtingsvalið, at uppstillingarfundir verða hildnir kring landið. Eisini í fótbóltspolitiska lívinum verður tingast dúgliga, nú tíðin at stilla formansvalevni til aðalfundin er um at renna út.
FSF hevur annars boðað frá, at teirra valevnið til formanssessin er Dánjal Andreasen, men sum er, er ikki líkt til, at tað verður hann, sum verður formaður.

Ísak er burtur
Tað var nevnliga eitt breitt úrval av føroyskum fótbóltsfeløgum, sum hittust í HB-húsinum um vikuskiftið, og líkt er til, at niðurstøðan á fundinum var ein breið semja um, at hesi hava í kvittanunum at innstilla Christian Andreasen til formanspostin.
Illa ber til at fáa at vita, nágreinuliga hvørji feløg tóku lut á fundinum, men vit hava áður nevnt, at tað fyrst og fremst tykjast vera høvuðsstaðar- og suðuroyarfeløgini, sum hava staðið aftan fyri kandidaturið hjá Christiani Andreasen, og hetta verður so ikki avsannað av nøkrum pørtum.
Tvørtur ímóti ljoðaðu meldingarnar, at um feløgini, sum vóru á fundinum, standa við sítt, tá aðalfundurin verður, so er nýggi formaðurin longu valdur.
Umframt Dánjal Andreasen, so hevur aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, eisini verið nevndur sum eitt møguligt valevnið til formanspostin. Sum landið liggur í løtuni, so er tó ikki líkt til, at hann verður í uppskoti, og tað má eisini metast sum sera ivasamt, um hann yvir høvur hevði stillað upp, um ein áheitan kom nú. Í fyrsta lagið hevur FSF við innstillanini av Dánjali Andreasen boðað frá, at aðalskrivarin ikki er teirra boð til ein formann, og soleiðis sett ein stóran bremusklossa fyri Ísak.
Í øðrum lagi kann hugsast ? uttan at nakar fæst at vátta hesum ? at fleiri av teimum feløgum, sum nú standa aftan fyri Christan Andreasen, upprunaliga vóru fyri Ísak Mikladal. Verða báðir tveir stillaðir upp, kundi avleiðingin tí verið, at hvørgin fekk nóg mikið av atkvøðum til at sessast á føroysku fótbóltstrúnuni.

Veldst um stuðulin
Tað er longu langt síðani, at Christian Andreasen váttaði, at hann hevði fingið eina áheitan um at stilla upp, men hóast hendan enn stendur við makt, so hevur hann enn ikki tikið nakra avgerð um, hvørt hann fer at stilla upp.
- Tú kanst siga, at eg havi fingið eina rættiliga massiva áheitan um at stilla upp. Enn havi eg so ikki tikið nakra endaliga støðu, men tað er greitt, at hendan skal takast nakað skjótt, tí freistin at stilla upp er jú úti mikudagin, sigur nýggi favoritturin til formanssessin.
- Eg kann sum sagt ikki geva nakað endaligt svar, men um uppbakningurin tykist vera somikið breiður, at talan er um ein meirluta av aðalfundinum, so rokni eg við at taka av, sigur Christian, sum annars ikki tykist satsa alt upp á formanssessin.
- Eg havi sum so nóg mikið at síggja til í gerandisdegnum, og tað hevur so avgjørt vigað nógv, nú eg havi hugsað um eina møguliga uppstilling. Eg eri tó av teirri fatan, at bygnaðurin í FSF er somikið góður, at hetta fer at bera til.

Opinleika
Hóast hann enn ikki hevur tikið nakra endaliga støðu, so er tó nærliggjandi at spyrja, hvørji viðurskifti hann fer at leggja dent á, um so er, at nýggi formaðurin í Fótbóltssambandinum fer at eita Christian Andreasen.
- Lat meg bara siga alt fyri eitt, at tað so avgjørt ikki er við nakrari kollveltin fyri eygað, um eg fari í formanssessin. Eg havi í nógv ár havt við nevndararbeiðið í FSF at gera, og sjálvur haldi eg, at tað er eitt gott arbeiði, sum er gjørt har.
- Tað kemur hinvegin at snúgva seg meira um at víðariføra ta linjuna, sum hevur verið galdandi higartil, heldur hann.
Spurdur, um tað kortini ikki eru onkrar smávegis broytingar ? ella justeringar ? sum hann ætlar sær at fremja, sigur Christian, at sum so hevur hann einki serligt í kvittanum.
- Tað er givið, at ein og hvør broyting má fara fram í neyvum samskifti við feløgini. Tí haldi eg tað vera av avgerandi týdningi, at verður talan um nakrar broytingar, so eigur hetta at verða gjørt púra opið og erligt. Tað má ongan tíð gerast soleiðis, at talan verður um ein diktator, sum situr og stýrir øllum.
- Sjálvandi skal formaðurin hava seinasta orðið, og hann skal eisini hava yvirorðnaðu stýringina, men uppgávurnar mugu kortini býtast eftir greiðum lykli. Tað er møguligt, at bygnaðurin í FSF skal strammast eitt sindur upp, men yvirhøvur haldi eg tó, at talan er um eitt rættiliga greitt uppgávubýti.
- Eg kann bara at enda siga, at um eg stilli upp, so verður tað við tí endamáli at gera eitt seriøst og professionelt arbeiði, uttan at hetta á nakran hátt kemur at merkjast sum ein kollvelting av nøkrum slag.