Í vinardystinum hjá Fraklandi móti Kina í gjárkvøldi, varð Liverpool framherjin Djibrill Cissé ógvusliga tacklaður í fyrra hálvleiki. Seinni á kvøldi kundi staðfestast, at talan var um beinbrot, og tí verður framherjin ikki partur av endaliga HM-hópinum hjá Fraklandi.
Enn er ikki greitt, hvør avloysarin hjá Cissé verður, men favorittar til plássið er Nicolas Anelka úr Fenerbache og Ludovic Giuly úr Barcelona.