CISV er ein friðarfelagsskapur

Føroyar hava luttikið á CISV-legum síðan 1978. Í alt hava eini 500 føroysk børn verið á CISV-legu, sum verða hildnar kring allan heim.

Eftir ræðuleikarnar frá øðrum veraldarbardaga, vóru fólk kring heimin á einum máli um, at slíkar ræðuleikar mátti heimurin aldrin leggja rygg til aftur.
Stutt eftir krígslok verður ST sett á stovn við slagorðinum "United for a better world". Í sama anda verður felagsskapurin CISV, sum er stytting fyri Childrens International Summer Villages, settur á stovn í 1947. CISV er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri friði, fatan og virðing millum manna. Felagsskapurin er óheftur bæði politiskt og átrúnarliga.
Tað var amerikanski sálarfrøðingurin, Doris T. Allen, sum kom við hugskotinum um CISV-barnalegur. Hon var av tí áskoðan, at tað var sera týdningarmikið, at børn á ungum aldri úr øllum heimi, hóast ymiskan húðalit og mentanararv, lærdu at liva í sátt og semju.

Føroyingar fyrstu ferð við í 1978
Fyrsta altjóða CISV-legan var í 1951 í Cincinnati í USA. Á fyrstu leguni vóru 55 luttakarar úr í alt níggju londum. Síðan hava yvir 4000 CISV-legur verið fyriskipaðar, og samlaða luttakaratalið táttar ímóti teimum 160.000.
Fyrstu ferð føroyingar vóru á CISV-legu var í 1978. Fyrsta CISV- legan við føroyskari luttøku var í Noregi. Síðan tey fýra Eyð, Kristjan, Elsa og Jóan Petur umboðaðu Føroyar í Noregi fyri 25 árum síðan hava føroyingar á hvørjum ári sent børn á CISV-legu uttanlands.
Legurnar hava verið um allan knøttin, alt frá Norðanlondum til Asiu og Suðuramerika. Seinastu 25 árini hava í alt góð 500 føroysk børn verið á CISV-legum. Umframt at senda børn á legur uttanlands, so hava føroyingar eisini hýst CISV-legum í Føroyum. Fyrsta CISV-legan í Føroyum var í 1979, og síðan hava føroyingar við jøvnum millumbili hýst legum.
Í ár eru føroysk børn á legum í Brasilia, USA, Egyptalandi, Íslandi, Noregi, Fraklandi og Føroyum.