Manchester City vann í dag 2-0 á Newcastle, og liggur nú væl fyri í svinginum at gerast enskur meistari fyri fyrstu ferð síðani 1968. Yaya Toure skoraði bæði málini í seinnu hálvu av seinna hálvleiki.
Manchester City er trý stig frammanfyri Manchester United, sum spælir um eina løtu. Umframt at teir ljósabláu hava eina málúrtøku, ið er tíggju mál betri enn grannarnari. Tí er sannlíkt, at vinnur Manchester City seinasta dystin í kappingarárinum, so vinna teir Premier League meistaraheitið.
Newcastle tók í dag ímóti Manchester City í einum dysti har bæði meistaraheitið og Champions League luttøka stóð upp á spæl. Newcastle hevði ikki tapt á heimavølli síðani ársskiftið og tað vónandi Manchester United viðhaldsfólk eisini fór at verða støðan eftir seinasta bríkslið í dystinum.
Manchester City setti seg á spælið frá byrjan og trýsti Newcastle langt aftur á vøllin. Tað gekk hinvegin illa við at koma framvið Newcastle verjuni, ið vardi væl. Newcastle spældi upp á skjótálop og tað var um reppið at Newcastle legði seg á odda eftir eitt av teimum í fyrra hálvleiki. Demba Ba kom at standa væl fyri í brotsteiginum, men verjan fekk vart fyri í seinastu løtu. Hatem Ben Arfa fylgdi upp, men Joe Hart í Manchester City málinum bjargaði.
Í hinum endanum bjargaði Newcastle verjan á strikuni og fekk ruddað vekk eftir trunkaspæl inni í brotsteiginum.
Í fyrru hálvu av seinna hálvleiki hevði Manchester City trupult við at fáa spælið at koyra. Tí valdi Roberto Mancini eisini at skifta eitt sindur. Út fóru Carlos Tevez og Samir Nasri og inn komu Nigel De Jong og Edin Dzeko.
Tað gingu bara minuttir, so spældi Yaya Toure bandaspæl uttanfyri brotsteigin og plaseraði bóltin heilt úti við stongina og í mál. Eftir málið hevði Manchester City tveir risa møguleikar at økja, men brendu.
Í hinum endanum mátti Joe Hart og verjan fyri eina tvær ferðir. Í seinastu minuttinum eydnaðist tað Yaya Toure at økja til 2-0 og gerast dagsins hetja fyri Manchester City.
Manchester City er í skrivaði løtu trý stig frammanfyri Manchester United, sum hevur spælt ein dyst færri. Umframt tað, so hevur Manchester City eina málúrtøku, ið er tíggju mál betri enn tað hjá grannunum, sum skulu spæla móti Swansea klokkan 16:00.
Um Manchester United ikki ger eitt ótrúligt hál viðvíkjandi málskjóting, so verður Manchester City meistari um teir vinna á Queens Park Rangersum eina viku.
Premier League:
Newcastle Manchester City 0-2
Aston Villa - Tottenham 1-1
Bolton - West Brom 2-2
Fulham - Sunderland 2-1
QPR - Stoke 1-0
Wolves - Everton 0-0