Enn hava liðini í ensku Premier League bert leikt tríggjar dystir, og tí er ringt at gera sær metingar um, hvat fer at henda komandi vikurnar og seinni í kappingarárinum. Men hyggja vit eftir gongdini hesi trý umførini, so er nógv, sum bendir á, at eitt heldur óvæntað lið kann fara at gera seg galdandi í oddinum. Um hetta fer at halda heilt til mai mánað veit eingin enn at siga, men undir øllum umstøðum hava úrslitini hesar tríggjar dystirnar verið sera góð.
Talan er sjálvandi um Manchester City, sum hevur vunnið allar sínar dystir. Nýggi venjarin, Sven-Göran Eriksson, tykist hava funnið eina góða samanseting á liðnum, og so er bara spurningurin, hvussu leingi City fer at halda áfram við góðu gongdini, og hvussu leingi teir fara at klára at halda mótstøðuliðunum frá at skora. Tí enn er nevniliga einki mál farið ígjøgnum hjá 20 ára gamla danska málmanninum, Kasper Schmeichel.
City vann lokalderby
Í gjár var stórdystur í Manchester, tá oddaliðið, Manchester City, tók ímóti meistarunum úr Manchester United, sum ikki hava fingið nakra góða byrjan upp á kappingarárið.
Tað var United, sum sat á tí mesta frá byrjan av, men um miðjan fyrra hálvleik var tað City, sum tók leiðsluna, tá Geovanni sendi eitt langskot í netið. Hetta var eisini fyrsti rættiliga málmøguleiki, sum City hevði í dystinum.
Restina av dystinum trýsti United City langt aftur á vøllin, og teir komu eisini fram til fleiri málmøguleikar. Í málið vildi bólturin tó ikki, og tí eydnaðist Manchester City at vinna dystin 1-0, og við hesum liggja teir nú einsamallir á odda í Premier League við níggju stigum.
Stóran part av dystinum var eisini týðiligt, at United manglaði tveir av sínum mest týðandi leikarum, Cristiano Ronaldo, sum var úti við leikbanni, og Wayne Rooney, sum má binda frið næstu tveir mánaðirnar við broti á fótinum.
Stórfeløg býttu stigini á Anfield
Ein annar stórdystur var eisini á skránni í Premier League sunnudagin, tá Liverpool tók ímóti Chelsea á Anfield. Og dysturin á Anfield var bert 16 minuttir gamal, tá nýggi áleyparin hjá Liverpool, Fernando Torres, legði heimaliðið á odda. Hann fekk bóltin í vinstru síðu, rak seg leysan av Tal Ben Haim og sendi síðani bóltin fram við Petr Cech til 1-0.
Henda støðan helt sær til hálvleiks, men eitt gott korter inn í seinna hálvleik javnaði Chelsea. Malouda royndi at fara ígjøgnum í vinstru síðu, tá hann bleiv feldur. Dómarin dømdi eitt sera ivasamt brotsspark til Chelsea, men hetta legði Frank Lampard líka í, tí hann sendi nevniliga bóltin í málið til 1-1.
Eftir útjavnandi málið legði Liverpool eitt stórt trýst á Chelsea fyri at fáa vinnandi málið, men sjálvt um liðið hevði okkurt gott tilboð, so kom einki mál afturat í dystinum, og tí máttu liðini noyðast við ein 1-1 javnleik, sum ger, at hvørki teirra enn hevur tapt í Premier League.
Fyrsti sigur til Tottenham – sær svart út hjá Bolton
Nógv áhugaverd úrslit vóru annars afturat í dystunum í Premier League um vikuskiftið.
Tottenham, sum hevur fingið eina ræðuliga byrjan upp á kappingini í ár, fekk gongd á um vikuskiftið, tá teir høvdu vitjan av uppflytarunum úr Derby. Dysturin endaði við 4-0 sigri til Tottenham, og longu eftir 15 minuttum var dysturin avgjørdur, tá Tottenham førdi 3-0. Steed Malbranque skeyt tvey av málunum hjá Tottenham, meðan Jermaine Jenas og Darren Bent fingu hini bæði.
Er Totteham við at koma á rættan kjøl í Premier League eftir sigurin um vikuskiftið, so sær alt meiri svart út hjá Bolton, sum enn stendur uttan stig í bestu ensku deildini. Um vikuskiftið vóru teir á vitjan hjá Portsmouth, og tíðliga í dystinum eydnaðist Bolton at taka leiðsluna við máli frá franska landsliðsleikaranum, Nicolas Anelka.
Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn Portsmouth hevði fótað sær. Lítla løtu seinna stóð aftur á jøvnum eftir eitt gott álop, sum endaði við, at Utaka serveraði bóltin fyri føturnar á einum púra leysum Kanu. Einsamallur við málmanninum var hann tryggur, og so stóð á jøvnum 1-1.
Á hálva tímanum bragdaði aftur hjá Portsmouth, tá Utaka bleiv leysur við Jasskelainen. Hann rak fram við málmanninum og sendi bóltin í málið til 2-1. Eftir hetta royndi Bolton at trýsta, men teir vóru rættiliga ófarligir. Í staðin kundi Taylor avgera dystin beint fyri leiklok, tá Portsmouth fekk brotsspark. Hann sendi eisini bóltin í netið, og so vann Portsmouth sín fyrsta dyst í ár, hóast eingin enn hevur vunnið á teimum.
Hjá Bolton sær meir og meir svart út. Spælið er ikki gott, og enn er einki stig komið á kontoina. Tað ljóðar í enskum fjølmiðlum, at um venjarin, Sammy Lee, ikki skjótt byrjar at fáa úrslit, so kann hann vera fyrsti venjarin, sum fær sekkin í Premier League.
Úrslit úr Premier League
Portsmouth – Bolton 3 – 1
Wigan – Sunderland 3 – 0
Fulham – Middlesbrough 1 – 2
Tottenham – Derby 4 – 0
Newcastle – Aston Villa 0 – 0
Birmingham – West Ham 0 – 1
Reading – Everton 1 – 0
Blackburn – Arsenal 1 – 1
Manchester City – Manchester United 1 – 0
Liverpool – Chelsea 1 – 1