Fleiri dystir hava verið spældir í Premier League í dag. Fyrsti dysturin var longu klokkan 12:30, tá Crystal Palace tók ímóti Liverpool í einum dysti, sum Liverpool vann 1-2.
Les eisini: Salah var enn einaferð hetjan hjá Liverpool
Klokkan 15:00 vóru so fleiri aðrir dystir á skránni. Millum annað tók Manchester United á heimavølli móti Swansea í einum dysti, har Manchester United greiddi sína skyldu fyrstu løtuna. Tá eydnaðist tað nevniliga teimum reyðu úr Manchester at skora tvær ferðir, umframt at møguleikar vóru til fleiri onnur mál. Tað komu tó ikki meir enn tey tvey málini, og endaði dysturin tí við 2-0 sigri til Manchester United. Romelu Lukaku og Alexis Sanchez skutu málini.
Av øðrum dystum, sum byrjaðu klokkan 15:00, tryggjaðu West Ham og Newcastle sær í dag týðandi sigrar á heimavølli. Tey bæði liðini berjast bæði undan at enda í niðurflytingarstríðnum.
Klokkan 17:30 var seinasti dysturin í dag á skránni. Hann var á Goodison leikvøllinum í Liverpool, har Everton tók ímóti Manchester City. Og har lat Manchester City ongantíð nakran iva vera um, at teir í serflokki eru besta liðið í Premier League í ár. Manchester City kom tíðliga á odda 2-0, og øktu í fyrra hálvleiki eisini til 3-0. Í seinna hálvleiki eydnaðist Everton at minka um munin til endaliga úrslitið 1-3.
Sostatt er nú bert ein spurningur um tíð, til Manchester City hevur tryggjað sær meistaraheitið í Premier League. Tað kann henda longu í komandi umfari, tá grannauppgerð er millum Manchester City og Manchester United tí Manchester City manglar bert ein sigur fyri at tryggja sær meistaraheitið.
Harafturat tykist eisini rímiliga sikkurt, at Manchester United og Liverpool eisini komandi kappingarár koma at spæla í Champions League, meðan størsti spenningurin er um, hvør fær tað fjórða og seinasta plássið. Tað kappast Tottenham og Chelsea um, og í morgin hittast júst tey bæði liðini á Stamford Bridge.
Úrslitini í Premier League í dag:
Crystal Palace – Liverpool 1-2
Brighton – Leicester 0-2
Manchester United – Swansea 2-0
Newcastle – Huddersfield 1-0
Watford – Bournemouth 2-2
West Bromwich – Burnley 1-2
West Ham – Southampton 3-0
Everton – Manchester City 1-3