City keypt David Silva

- Eg havi havt seks góð ár í Valencia. Tað vóru teir, ið uppdagaðu meg sum fótbóltsspælara og Valencia fer altíð at verða ein serstakt lið fyri meg, sigur David Silva.

 

David Silva er 24-ára gamal og hevur síðani 2000 spælt í Valencia. Hann hevur spælt 119 dystir og skorað 21 mál. Umframt at hann hevur verið leigaður út til Eibar og Celta Vigo.

 

- Tíðin er komin hjá mær at fáa eina nýggja avbjóðing. Eg gleði meg sera nógv at sleppa at royna meg í Onglandi og Manchester City, sigur David Silva.

 

Hann er í løtuni staddur í Suðurafrika við spanska landsliðnum. Silva hevur hugartil spælt 37 landsdystir fyri Spania og skorað sjey mál. Hann hevur eisini umboðað tey flestu av ungdómslandsliðnum.

 

- David Silva er ein av heimsins bestu miðvallarum og eg vóni at hann kann gerast ein týdningarmikil leikari fyri okkum, sigur Roberto Mancini, venjari hjá Manchester City.

 

Komandi uppgávan hjá David Silva og Spania er í fjórðingsfinaluni ímóti Paraguay.