City og Conte sigraðu

Premier League: Manchester City vann á Everton, og Tottenham vann á Leeds

Tveir teir seinastu dystirnir í 12. umfari í Premier League hava verið í dag. Manchester City vann 3-0 á Everton, meðan Tottenham og nýggi venjarin, Antonio Conte, vunnu 2-1 á Leeds.

 

Fyrri dysturin í dag var Etihad leikvøllinum í Manchester, har grannararnir úr Liverpool, Everton, vóru á vitjan. Rafael Bentie fekk eina góða byrjan sum venjari hjá Everton, men nú gongur verri. Ein orsøk er skaðar, og aftur í dag mátti hann skifta í dystinum vegna skaðar.

 

Manchester City koma á odda beint fyri hálvleik, tá Raheem Sterling skoraði í sínum dysti nummar 300 í Premier League. Í seinna hálvleiki økti Rodri við dundurskoti uttanfyri brotsteigin. Bernardo Silva setti punktum við máli til 3-0.

 

Í seinna dystinum í dag vann Tottenham, eftir at hava verið aftanfyri 1-0 móti Leeds. Antonio Conte er nýggjur venjari og hevur lagt nógv fyri í verjupartinum. Millum annað hevði Tottenham einki skot á mál í fyrsta dystinum, og heldur einki í fyrra hálvleiki í dag.

 

Tað endaði tó væl fyri Antonio Conte og Tottenham. Fyrst skoraði danski Pierre-Emile Hoejbjerg 1-1, áðrenn Sergio Reguilon skoraði til 2-1. Tað var hansara fyrsta mál í sínum dysti nummar 50 fyri Tottenham.

 

1Chelsea1292130:429
2Man City1282225:626
3Liverpool1274135:1125
4West Ham1272323:1423
5Arsenal1262413:1720
6Wolves1261512:1219
7Tottenham1261511:1719
8Man Utd1252520:2117
9Brighton1245312:1417
10Crystal Palace1237218:1716
11Everton1243516:1915
12Leicester1243516:2115
13Southampton1235411:1414
14Brentford1234516:1713
15Aston Villa1241716:2013
16Watford1241716:2013
17Leeds1225512:2011
18Burnley1216514:209
19Norwich City122287:278
20Newcastle1206615:276