City setti Liverpool upp á pláss

Premier League: Arsenal stevnir framvegis móti meistaraheitinum, meðan tað er kreppa í Chelsea

Sjey dystir hava verið í 29. umfari í Premier League í dag. Greiðasta sigurin fekk Manchester City móti Liverpool, meðan Arsenal løtu seinni kláraði at endurvinna leiðsluna upp á átta stig.

 

Stóri dysturin í hesum umfarinum var á middegi, tá Manchester City og Liverpool brustu saman á Etihad leikvøllinum í Manchester. Liverpool kom á odda tíðliga í dystinum við máli frá Mohamed Salah, men síðani tók Manchester City yvir.

 

Julian Alvarez, Kevin De Bruyne, Ilkay Gundogan og Jack Grealish vendu dystinum til 4-1 til heimaliðið. Seinasta løtan var reint spæl frá heimmonnunum, sum spældi glís. Manchester City heldur lív í meistaravónini.

 

Arsenal svaraði aftur seinni seinnapart við at vinna 4-1 á Leeds United. Gabriel Jesus skoraði tvey. Hini bæði skoraðu Ben White og Granit Xhaka. Arsenal er nú framvegis átta stig frammanfyri Manchester City.

 

Hóast Chelsea keypti nógv inn í vetur, so gongur tað ikki so væl. Chelsea tapti í dag 2-0 móti Aston Villa og liggur á 11. plássi.

 

29. umfar í Premier League:

 

01.04Manchester City4:1Liverpool
01.04Nottingham F.1:1Wolves
01.04Bournemouth2:1Fulham
01.04Arsenal4:1Leeds
01.04Brighton3:3Brentford
01.04Crystal Palace2:1Leicester
01.04Chelsea0:2Aston Villa
02.04West Ham:Southampton
02.04Newcastle:Manchester Utd
03.04Everton: 

Tottenham

 

 

Støðan:

 

1Arsenal29233370:2772
2Manchester City28204471:2664
3Manchester Utd26155641:3550
4Tottenham28154952:4049
5Newcastle261211339:1947
6Brighton26127749:3443
7Brentford281013546:3743
8Liverpool27126948:3342
9Aston Villa281251137:3941
10Fulham281161139:3939
11Chelsea281081029:3038
12Crystal Palace29791324:3930
13Wolves29771523:4228
14Nottingham F.28691323:5027
15Bournemouth28761527:5527
16Leeds28681436:4826
17Everton28681422:4026
18Leicester28741739:4925
19West Ham26661424:3424
20Southampton28651723:4623