Bilførarar lumpaðir av niðursettum ferðmarki

Tað verður revsað nógv harðari, tá ferðin er niðursett

Tað verður revsað harðar og skjótari, um tú koyrir ov skjótt á einum vegastrekkið, har ferðin er niðursett. Tað er sjón fyri søgn næstan dagliga, og tað var tað aftur í gjár á Velbastaðvegnum út ímóti Norðastahorni í Havn. Har er ferðin niðursett frá 80 til 60 km um tíman. Og tveir bilførarar, sum vórðu máldir til at koyra 77 km um tíman, fingu klipp í koyrikortið fyri tað – tí tá skalt tú bara koyra 15 km um tíman ov skjótt fyri at fáa klipp í koyrikortið.

Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum. Tað vil siga, at koyrir tú yvir 80 km um tíman út ímoti Norðastahorni, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortinum.

 

Í Kollafirði fekk ein bilførari eisini klipp í koyrikortið. Tað var fyri at yvirhála yvir fultupptrektari striku á vegnum, ið sum kunnugt eisini verður hart revsað.