City vil hava heimsstjørnur

Tríggjar heimsstjørnur eru ovast á innkeypslistanum hjá Manchester City til í summar

Verandi meistararnir úr Manchester City, eru dragnaðir eitt sindur í oddastríðnum seinastu tíðina.

 

Venjarin, Manuel Pellegrini sigur, at Manchester City manglar ein avgerandi leikara, ið klárar at flyta Manchester City eitt fet longur upp.

 

Og sambært dailymail, so er tað nógv ið bendir á, at Manchester City fer at gera nógv fyri at knýta onkra heimsstjørnu afturat hópinum, tá kappingarárið er av í summar.

 

Dailymail setur fimm nøvn í samband við Manchester City, har teir meta at trý av nøvnunum standa ovast á ynskilistanum hjá Manchester City. Teir tríggir, ið eru ovast eru Cristiano Ronaldo og Gareth Bale úr Real Madrid, umframt Paul Pogba úr Juventus. Tað er tó ikki nógv, ið bendir á, at Manchester City hevur møguleika fyri at fáa fatur á heimsins besta fótbóltsspælara, Cristiano Ronaldo.

 

Tvey onnur nøvn verða eisini sett í samband við Manchester City. Teir báðir eru Kevin De Bruyne úr Wolfsburg, og Koke úr Atletico Madrid.

 

Sambært dailymail, er møguleikin størst fyri, at Manchester City kann fáa fatur á Paul Pogba og Kevin De Bruyne, tá flytingarvindeygað í summar opnar aftur.