Claus kom inn og tapti

Blackpool var á odda 1-0 í útidystinum ímóti Sheffield Wednesday leygardagin, tá ið fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen kom á vøllin. Hetta var eftir ein tíma av dystinum. Fáar minuttir eftir, at Claus var komin inn, javnaði Sheffield Wednesday. Ein spælari rann frá Claus og einum liðfelaga og legði upp til málið. Ilt gjørdist verri, tá ið Sheffield Wednesday legði seg fram um 2-1 fimm minuttir seinni. Stórt vónbrot fyri Claus og liðfelagarnar, sum taptu dystin við hesum úrsliti.