Claus liðugur fyri hetta kappingarárið

Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen hevur fingið álvarsaman lúskuskaða og spælir ikki aftur í hesum kappingarárinum. Hann verður neyvan tøkur til næsta landsdystin hjá Føroyum


Tað stendur einki til hjá føroyska landsliðsspælaranum í enska felagnum Coventry. Fyri nøkrum vikum síðani fekk Claus Bech Jørgensen ein skaða í lúskuna, og hóast hann royndi at treiskast ímóti skaðanum í eina viku, gekk tað ikki.
- Eg havi ikki vant seinastu tríggjar vikurnar, og í løtuni fái eg ikki runnið. Eg rokni ikki við, at eg spæli aftur í hesum kappingarárinum, sigur Claus Bech Jørgensen.
Enska kappingin endar hálvan mai, og tí eru útlitini fyri meira spælitíð í hesum kappingarárinum døpur hjá føroyska landsliðsspælaranum.
- Vit vita ikki heilt neyvt enn, hvussu álvarsamur skaðin er, men í løtuni fái eg als ikki runnið, og tí er ikki sannlíkt, at eg spæli aftur næstu vikurnar, sigur hann.
- Eg havi fingið tvær sproytur fyri skaðan, men tær hava ikki hjálpt nakað serligt. Eg skal til viðgerðar hjá einum serfrøðingi í slíkum skaðum seinni í hesi vikuni, og vónandi fái eg meira vita um útlitini hjá mær tá.
 
Eitt ár afturat í Coventry
Claus Bech Jørgensen hevur annars spælt rættiliga fitt á liðnum hjá Coventry í hesum kappingarárinum. Coventry spælir í næstbestu deildini í Onglandi, og har hevur liðið hildið til nøkunlunda miðskeiðis á stigatalvuni alt árið.
- Tað gekk sera væl eitt skifti, áðrenn eg varð skaddur, men seinastu dystirnar hava vit ikki fingið tey úrslitini, sum vit ætlaðu okkum, sigur Claus Bech Jørgensen.
Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Coventry, og hann roknar ikki við at spæla aftur fyri felagið, fyrr enn kappingin byrjar aftur í august mánaði.