Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið var á skránni í dag. Sjey dystir vórðu spældir í dag. Síðsta uppgerðin verður seinnapartin í morgin, tá ið HB og B36 bresta saman í Gundadali.
Favorittarnir vunnu sannførandi sigrar. Einasta undantakið var, tá ið TB vitjaði á Argjum. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 1-1. Í longdu leiktíðini kom einki mál. So var neyðugt við brotssparkskapping, og hana vann AB 3-1. TB misnýtti trý brotsspørk – eitt varð sent omanfyri tvørtræið, og tvær ferðir sendu TB spælarar úr ellivu metrum og í stólpan aftanfyri Hans Jørgensen.
Víkingur vann tryggan 2-0 sigur á heimavølli ímóti Skála. Í uppgerðunum millum lið í bestu deildini og lið úr lægru deildunum var klassamunur.
NSÍ vann sannførandi 4-0 sigur á FC Suðuroy á Vágseiði. Har var Jens Joensen tvífaldur málskjútti.
Tá ið EB/Streymur vann 6-1 í Gundadali ímóti Giza/Hoyvík, varð staðfest, at máltevinum bilar framvegis einki hjá Arnbirni Hansen, sum leingi hevur verið skaðaplágaður. Í dag skoraði hann trý mál.
B68 sendi Royn av Svangaskarði og suður aftur við 8-0 tapi. Í tí uppgerðini var Óli H. Olsen, sum fyri stuttum er komin fyri seg aftur eftir skaðasteðg, trífaldur málskjútti.
Tá ið KÍ vann tryggan 5-0 heimasigur á 07Vestur, staðfesti Heðin á Lakjuni trivaliga sigurin í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini. Hetta var fyrsta ferðin, at veteranurin var á KÍ liðnum í ár. Heðin vandi fyrstu ferð hóskvøldið.
Størsta sigurin vann ÍF. Úrslitið í Fløtugerði ímóti Undrinum var 14-1! Clayton Soares skoraði seks ferðir fyri ÍF. Tá ið Zuma í síni tíð var álopsfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, varð sagt um suðurafrikanaran, at hann spældi best í juni, juli og august. Tað segðist, at hann treivst best í hitanum.
Tað er synd at siga, at hitin í Føroyum í hesum døgum á nakran hátt kann sammetast við hann í Brasil – heimlandinum hjá Clayton Soares. Men tað er ein sannroynd, at Clayton trívist betri, sum tað líður út á kappingarárið. Í dag vóru líkindini góð í Fuglafirði. Gamaní var mótstøðan ikki tann, sum tað kann roknast við, at hon verður, tá ið ÍF um eina viku fær vitjan av NSÍ, men tað kann væl vera, at Clayton verður sjónskari, enn hann higartil hevur verið í landskappingini. Í trimum teimum fyrstu umførunum hevur ÍF skorað fimm mál. Enn eigur Clayton fyrsta málið í ársins landskapping á.
Seks mál í dag kunnu benda á, at fyrsta málið hjá Clayton Soares ikki er so langt burtur.
LØGMANSSTEYPIÐ
1. umfar
Leygardagin 5. apríl
AB-TB 1-1 (0-0) 4-2 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping
1-0: Karstin Højgaard 67.
1-1: Ragnar Tausen 87.
Brotssparkskapping
1-0: Karstin Højgaard
1-0: Martin Tausen - i stólpan
2-0: Bárður Olsen
2-1: Ragnar Tausen
2-1:Jónas Stenberg – Ivan Stojkovic bjargaði
2-1: Rógvi Joensen – í stólpan
3-1: Jobin Drangastein
3-1: Heini M. Mortensen – omanfyri tvørtræið
Víkingur-Skála 2-0 (2-0)
1-0: sjálvmál 13.
2-0: Finnur Justinussen 32.
FC Suðuroy-NSÍ 0-4 (0-2)
0-1: Jens Joensen 33.
0-2: Jens Joensen 45.
0-3: Árni Frederiksberg br 88.
0-4: Jákup Andrias Gaardbo 90.+2.
B68-Royn 8-0 (5-0)
1-0: Óli H. Olsen 20.
2-0: Kristian Anton Andreassen 32.
3-0: Óli H. Olsen 35.
4-0: Óli H. Olsen 42.
5-0: Hákun Edmundsson 45.
6-0: Ari Johannesen 62.
7-0: Emil Ronaldsson 71.
8-0: Andrias á Líknargøtu 73.
Giza/Hoyvík-EB/Streymur 1-6 (0-1)
0-1: Niels Pauli Danielsen 3.
0-2: Arnbjørn Hansen 51.
0-3: sjálvmál 58.
0-4: Leif Niclasen 78.
1-4: Áki D. Egholm 79.
1-5: Arnbjørn Hansen 84.
1-6: Arnbjørn Hansen 90.
KÍ-07Vestur 5-0 (2-0)
1-0: Ndende Adama Guéye 12.
2-0: sjálvmál 41.
3-0: Ísak Simonsen br 76.
4-0: Hjalgrím Elttør 88.
5-0: Heðin á Lakjuni 90.+3.
ÍF-Undrið 14-1 (7-0)
1-0: Kristoffur Jakobsen 6.
2-0: Clayton Soares 7.
3-0: Kristoffur Jakobsen 10.
4-0: Karl Løkin 12.
5-0: Clayton Soares 14.
6-0: Karl Løkin 36.
7-0: Bogi Reinert Petersen 41.
8-0: sjálvmál 47.
9-0: Clayton Soares 0.
10-0: Pól Magnus Petersen 52.
10-1: Mikkjal Christiansen 61.
11-1: Clayton Soares 65.
12-1: Clayton Soares 66.
13-1: Pól Magnus Petersen 69.
14-1: Clayton Soares 88.
Sunnudagin 6. apríl
HB-B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
----
ÍF-Undrið
LIÐUGT
14-1
70 ) 11-1
Tað er øgiligt málrok í Fuglafirði. Nú er støðan 11-1. Mikkjal Christiansen minkaði um munin til 10-1 við rimmar langskoti. Fýra tey síðstu málini hava hesir skorað: Clayton Soares, sjálvmál, innskifti Poul Magnus Petersen og aftur Clayton Soares.
45) 7-0
Teir eru farnir at hvíla seg í Fuglafirði, har støðan er 7-0 til ÍF ímóti Undrinum. Karl Løkin og Clayton Soares skoraðu tvey tey síðstu málini undan steðginum.
25) 5-0
Fyrr í dag vann B68 8-0 á Royn. Tað er nógv, sum bendir á, at fuglfirðingar ætla sær at trumfa toftamenn og vinna uppaftur størri sigur. Nú 2. Hálvleikur er gott og væl hálvrunnin Í Fuglafirði, har Undrið vitjar, er støðan 5-0. Kristoffur Jakobsen økti til 3-0, Clayton Soares til 4-0 og Karl Løkin til 5-0.
15) 2-0
Tað gongur skjótt í góðveðrinum í Fuglafirði, har ÍF hevur vitjan av Undrinum. ÍF legði seg beinanvegin framum 2-0. Í fyrra førinum var tað Kristoffur Jakobsen, sum skoraði eftir innlegg úr høgru, og í seinna førinum var tað Clayton Soares, sum skoraði eftir innlegg úr vinstru.
ÍF-Undrið kl. 18.00
----
LIÐUGT
5-0
Heðin á Lakjuni gjørdi skjótt av, eftir at hann var skiftur inn. Í síðsta minutti økti hann um KÍ leiðsluna, so KÍ vann 5-0. Heðin stútaði bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg frá Hjalgrími Elttør.
90) 4-0
Talan verður um tryggan heimasigur í Klaksvík. KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør hevur stutt undan dystarenda skorað, so støðan nú er 4-0.
80) 3-0
So hevur KÍ økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Ísak Simonsen umsetti til mál.
Heðin á Lakjuni er skiftur inn á KÍ liðið fyri fyrstu ferð í ár.
50) 2-0
Seinni hálvleikur er fimm minuttir gamal í Klaksvík, har KÍ hevur vitjan av 1. deildarliðnum 07Vestur.
Støðan er framvegis 2-0 til heimaliðið. Sum tað skilst úr Klaksvík, so er tað einki, sum fyrsta lítla tíman hevur bent á, at gestirnir skulu skora mál. Klaksvíkingar hava havt fult og heilt tak á spælinum.
Fleiri av teimum, sum higartil hava spælt við KÍ í ár, eru ikki tøkir, og tí eru tað fleiri broytingar – serliga í framrættaða partinum. Jóhan Jacobsen, sum skoraði til 2-0 stutt undan hálvleiki, er fremstur, Henry Heinesen er í høgra borði, og Jóannes Bjartalíð er í vinstra borði.
45)2-0
Stutt undan steðginum hevur KÍ økt um leiðsluna. Hesa ferð var Johan Jacobsen málskjútti.
15) 1-0: Ndende
Klaksvíkingar hava vitjan av 07Vestur, sum spælir í 1. deild. Eitt sindur av ampa hevur verið í KÍ leguni, tí fleiri av føstu monnunum eru burturstaddir ella skaddir.
Líkindini eru góð at spæla í Klaksvík, har fyrsta bríkslið var klokkan 17. Og lagið er gott millum heimafólkið, nú miðvallarin Ndende hevur skorað til 1-0.
KÍ-07Vestur kl. 17.00
-------------
LIÐUGT
1-6
Arnbjørn Hansen staðfesti rimmar EB/Streyma sigur í Gundadali ímóti Giza/Hoyvík.
90) 1-5
Arnbjørn Hansen
85) 1-4
So hevur Giza/Hoyvík minkað um munin. Málskjútti tólv minuttir undan dystarloki var Áki Egholm.
0-4
Leif Niclasen
60) 0-3
Favorittarnir í EB/Streymi tykjast ætla sær at gera tað, sum skal til í Gundadali, har teir vitja Giza/Hoyvík, men so heldur ikki so nógv meiri.
EB/Streymur er frammanfyri 3-0. Niels Pauli Danielsen skoraði til 1-0 í 1. minutti, Arnbjørn Hansen økti til 2-0 í 55. minutti, og fimm minuttir seinni var Niels Pauli Danielsen aftur upp á spæl, tá ið hann økti til 3-0.
Giza/Hoyvík-EB/Streymur kl. 17.00
----------
-------
AB-TB
Tað stóð leingi nógv á, men at enda eydnaðist tað favorittunum í AB at kvalifisera seg til luttøku í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Hetta varð greitt eftir 120 minuttir og síðani brotssparkskapping.
Í brotssparkskappingini bjargaði TB málverjin einum skoti. TB spælararnir sendu tvær ferðir bóltin í stólpan og eina ferð upp um málið. Harvið vann AB brotssparkskappingina 3-1. Eftir vanliga leiktíð og eftir tvær ferðir eitt korter longda leiktíð var støðan 1-1.
---
Brotssparkskappingin:
1-0 AB
1-0 TB sendir brotsspark í stólpan!
2-0 AB
2-1 TB
2-1 Ivan Stojkovic bjargar skoti hjá AB
TB sendir aftur brotsspark í stólpan
3-1 til AB
3-1 TB uppum!
120) 1-1
Ransin N. Djurhuuus hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Eftir 120 minuttir er tað greitt, at avgerðin, um tað skal verða AB ella TB, sum heldur fram í steypakappingini, verður funnin í brotssparkskapping. Teir rigga til at skjóta brotsspørk!
113) 1-1
Tað er tætt og sera spennandi á Argjum. Einki sæst til, at heimaliðið spælir í bestu og gestirnir í næstbestu deildini.
Síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Eyðsýnt er tað, hvussu stinnur TB málverjin Ivan Stojkovic er.
105) 1-1
Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í fyrra umfarinum av longdu leiktíðini á Argjum. Støðan er framvegis 1-1. TB hevur verið heilt væl við, men síðsta stóra møguleikan stutt undan, at dómarin bríkslaði fyri hálvleiki, átti AB. Innskifti Karstin Højgaard varð spældur leysur, men Ivan Stojkovic í TB málinum vardi sera væl.
100) 1-1
Tað er fjáltur á AB spælarunum og viðhaldsfólkunum hjá heimaliðnum.
TB drívur á og gestirnir spæla fyri møguleikanum. Í longdu leiktíðini hevur Ragnar Tausen havt besta møguleikan. Eins og tá ið hann skoraði til 1-1, var hann hesa ferð spældur inn um verjuna í vinstru. Ragnar rann frá verjuni, men hesa ferð sendi hann bóltin omanfyri tvørtræið!
90) 1-1
Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Argjum í vanligari leiktíð.
Støðan er framvegis 1-1, og tí er neyðugt við longdari leiktíð. Teir eru júst nú farnir undir tvær ferðir eitt korter longda leiktíð.
90) 1-1: Ragnar Tausen 87.
Nógv bendir á, at tað verður neyðugt við longdari leiktíð á Argjum, har AB hevur vitjan av TB. Tríggjar minuttir undan leikloki hevur Ragnar Tausen javnað fyri TB!
Innskifti Arthur Djurhuus spældi innskifti Ragnar leysan í vinstru, har Ragnar varð leysur innanfyri AB verjuna, og tá ið hann kom fram ímóti Hans Jørgensen var hann púra kaldur og setti bóltin í málið!
80) 1-0
Tað er stórur spenningur á Argjum, har tað eru spentar støður frammanfyri bæði málini.
TB er serliga vandamikið í sambandi við at bólturin við innkøstum verður varpaður heilt inn fyri málið, og í hinum endanum er tað ikki innskifti málskjúttin Karstin Højgaard, sum er eyðsýndur.
70) 1-0: Karstin Højgaard 68.
So hevur AB lagt seg á odda. Karstin Højgaard stútaði bóltin upp um Ivan Stojkovic og í málið, eftir at Jógvan Isaksen eitt sindur aftarlaga frá í høgru hevði lagt innfyri.
Málið kom eftir at TB í fleiri førum rættiliga hevði víst tenn og vandamiklar støður høvdu verið frammanfyri AB málið.
60) 0-0
Tað gongur ikki væl hjá AB at fáa mál og harvið at leggja støði undir favoritt sigurin, sum tað hevur verið roknað við, at argjamenn skuldu vinna ímóti TB.
Nú ein tími er farin, er støðan framvegis málleysur javnleikur. Sum tíðin gongur, kennist tað sum um, at tað er alt meiri fjáltur á heimamonnunum, og harvið verða fyritreytirnar hjá tvøramonnum ikki verri at gera tað, sum fáur man hava roknað við, at teir skuldu megna í dag.
45) 0-0
Teir eru farnir at hvíla seg á Argjum, har AB hevur vitjan av TB. Hálvleiksstøðan er málleysur javnleikur. Heimaliðið hevur havt bóltin meiri enn gestirnir, men TB hevur havt onkra vandamikla atsókn á AB málið.
Merkisvert er tað, at Jóan Símun Edmundsson ikki er í AB álopinum í dag. Hann er skaddur.
Merkisvert er tað eisini, at superveteranurin Óli Johannesen er í TB álopinum í dag.
AB-TB kl. 15.00
-------
B68-Royn
LIÐUGT
8-0
90) 8-0
B68 vann stórsigur á Royn. Fram ímóti dystarenda vórðu tvey mál skorað aftrat. Málskjúttar vóru Emil Ronaldsson og Andrias á Líknargøtu.
65) 6-0
Tað er friðarligt á Svangaskarði, har spurningurin er, hvussu stórur heimasigurin fer at verða. Í fyrra partinum av 2. hálvleiki er eitt mál skorað. Tað varð Ari Johannesen, ið er nýggjur í bestu deildini, sum setti bóltin í málið.
45) 5-0
Tað gongur skjótt og væl hjá B68, sum nú er frammanfyri 5-0 ímóti Royn. Óli Olsen skoraði fyri triðju ferð í dag til 4-0, og so var tað Hákun Edmundsson, sum skoraði til 5-0.
35) 3-0
Toftamenn tykjast fara at sygja fyri tí, sum tað frammanundan varð roknað við, at teir skuldu megna ímóti 3. deildarliðnum hjá Royn.
Tíggju minuttir undan steðginum er støðan 3-0. Tá hálvur tími var farin, var tað Óli H. Olsen, sum skoraði fyri aðru ferð í dag, og fimm minuttir seinni økti Kristian Anton Andreassen um leiðsluna, suim nú er 3-0.
Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru av teimum fagrastu.
22) 1-0
Á Toftum royna hvalbingar seg í dag í steypakappingini. Fyrsta bríkslið millum Effo-liðið hjá B68 og Royn, sum spælir í 3. deild, var klokkan 16, og í 20. minutti legði heimaliðið seg framum. Málskjútti var Óli H. Olsen, sum var leysur fyri málinum, eftir at Andrias á Líknargøtu hevði spælt hann leysan.
B68-Royn kl. 16.00
----
FC Suðuroy-NSÍ
LIÐUGT
90) 0-4
Ein av nýggju NSÍ spælarunum Jákup Andrias Gaardbo var málskjútti, tá ið NSÍ staðfesti rimmar 4-0 sigurin á FC Suðuroy á Vágseiði. Jákup Andrias Gaardbo skoraði í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Tíggju minuttir undan leikloki hevði hann avloyst Klæmint A. Olsen.
85) 0-3
NSÍ hevur økt um leiðsluna á Vágseiði. Árni Frederiksberg umsetti brotsspark til mál.
45) 0-2
Topplið í landskappingini eftir trý umfør er NSÍ. Í dag er oddaliðið á Vágseiði og spælir fjórðingsfinalu ímóti FC Suðuroy, sum nú er í 1. deild.
At NSÍ tekur uppgávuna ímóti FC Suðuroy í stórum álvara sæst eitt nú aftur í, at ferðalagið úr Runavík fór suður longu í gjár.
Á vøllinum gongur eisini væl í dag. NSÍ var í hálvleikinum frammanfyri 2-0. Jens Joensen hevur skorað bæði málini.
FC Suðuroy-NSÍ kl. 15.00
-----
Víkingur-Skála
2-0
LIÐUGT
90) 2-0
75) 2-0
Í Serpugerði er støðan framvegis 2-0 til Víking ímóti Skála. Soleiðis sum gongdin hevur verið higartil, so er tað einki, ið bendir á, at skálamenn fara at megna at svara aftur. Geza Turi hevur verið mest sum arbeiðsleysur í Víkinga málinum. Í hinum endanum hevur nógv ferðsla verið í Skála brotsteiginum, men víkingarnir hava ikki verið nóg neyvir í royndunum ímóti málinum.
50) 2-0
Steypavinnararnir í Víkingi eiga í fyrsta umfari í ársins útgávu av kappingini um løgmanssteypið heimavøll ímóti uppflytarunum av Skála.
Í Serpugerði er veðrið av tí fagrasta. Sólin skínur oman á niðan, og fløggini røra seg ikki.
Alt bendir á, at Víkingur verður við í lutakastinum, tá ið tað mánakvøldið verður drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fjórðingsfinaluni.
Støðan er 2-0. Fyrra málið kom í 13. minutti, eftir at Súni Olsen royndi seg við frísparki, sum tók í ein av skálamonnunum á vegnum, og seinna málið skoraði Finnur Justinussen, tá ið ein stórur hálvur tími var farin.
Víkingur-Skála kl. 15.00
----
Sjey dystir í kappingini um løgmanssteypið eru á skránni seinnapartin í dag. Eftir at tað í morgun og fram til á middegi var tjúkt, og tað nógva staðni kendist úr honum, so er nú púra klárt, og sólin skínur nógva staðni.
AB-TB: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
FC Suðuroy-NSÍ: Rói Jacobsen kl. 15.00
Víkingur-Skála: Páll Augustinussen kl. 15.00
B68-Royn: Bent Tommy Linklett kl. 16.00
KÍ-07Vestur: Eiler Rasmussen kl. 17.00
Giza/Hoyvík-EB/Streymur: Johan Petur Michelsen kl. 17.00
ÍF-Undrið: Rúni Gaardbo kl. 18.00