Clement úr SPD

Wolfgang Clement, sum var ráðharri í stjórnini hjá fyrrverandi týska kanslaranum Gerhards Schröder, er farin burtur úr sosialdemokratiska flokkinum SPD. Orsøkin er sambært Clement sjálvum, at hann er misnøgdur við leiðsluna í flokkinum.

Í brævi til formannin í SPD, Franz Müntefering, fýlist Wolfgang Clement á, at leiðslan í sosialdemokratiska flokkinum hevur ikki dugað at víst, hvør munur er á SPD og vinstraflokkinum Die Linke.

Müntefering og Frank-Walter Steinmeier, uttanríkisráðharri, hava ta støðu, at SPD kann ikki skipa stjórn saman við Die Linke.