Bara eina ferð er tað komið fyri, at ein forseti er fluttur út úr og so inn aftur í Hvítu húsini Hóast tað fleiri ferðir er komið fyri, at forsetin ikki er afturvaldur, so er tað bara eina ferð komið fyri, at ein, sum áður hevur verið forseti, er afturvaldur, eftir at hann hevur verið burturi úr embætinum.
Talan var um demokratiska forsetan Grover Cleveland. Hann var forseti nummar 22 frá 1885 og til 1889. So tapti hann varlið ímóti, ogrepublikanaranum Benjamin Harrison.
Men Cleveland gavst ikki so. Hann bjóðaði av aftur fýra ár seinni, og tað eydnaðist honum at vinna, og so var hann aftur forseti frá 1893 og til 1897.
Tá ið Cleveland tapti valið í 1888 hevði hann undirtøku frá fleiri veljarum enn mótstøðumaðurin, sum tó hevði undirtøku frá fleiri valmonnum. Hetta kom ongantíð aftur fyri, fyrrenn tá ið George W. Bush í 2000 vann á Al Core.