Sjálvsálitið var stórt og vónirnar tað sama, tá tit fóru til Prix finaluna seinast. Hvussu stórt var skuffilsi aftaná?
? Tað fór eitt sindur av sporinum hjá okkum seinast. Fólk væntaðu sera nógv av okkum, aftaná at vit vunnu undankappingina í Miðvági, og tað legði nokkso stórt trýst á okkum. Men eg haldi ikki at vit blivu so skuffaði, tí vit høvdu hóast alt ikki væntað at vinna. Hinvegin bleiv tað so nógv hóvasták burturúr okkum, og vit vandu ov nógv og gjørdust strongd, so tá vit endiliga stóðu á pallinum í finaluni spældu vit als ikki so væl sum vit burdu, og tað var nokkso keðiligt, tí vit vildu sjálvsagt spæla so væl sum gjørligt og geva fólki eitt gott upplivilsi.
Hesum hevur Clickhaze tikið við læru av, og í ár hevur bólkurin tikið tað meira róligt, og til undankappingina í Vági valdi bólkurin at taka tað lætta sinnið við.
? Vit høvdu ikki roknað við at sloppið víðari, so tað undraði okkum nógv, at vit vunnu. Vit vandu bara fýra ferðir áðrenn, og vit roknaðu ikki við nøkrum. Og tá vit so hoyrdu Týr spæla, so væntaðu vit tað enn minni. Men eg haldi at tað, at vit tóku tað róligt og sóu stórt upp á úrslitið hevði ein stóran lut í æruni fyri at vit vunnu.
Venjingarnar undan finaluni byrjaðu ikki fyrr enn í farnu viku, men stilla tempoið skal ikki misskiljast sum at Clickhaze hevur mist sínar ambitiónir.
? Tónleikararnir í bólkinum eru sera ambitiøsir, men tað ber ikki til at venja á sama hátt sum vit gjørdu fyri tveimum árum síðan. Vit eru øll sera upptikin, og onkur hevur verið uttanlands og spælt og kom ikki heim fyrr enn í farnu viku. Tí ber tað ikki til hjá okkum at venja so ofta.
Hvat er hent við Clickhaze meðan eingin hevur hoyrt nakað til tykkum?
? Vit kenna hvønn annan nógv betur nú, bæði persónliga og tónleikaliga. Tað er ein fyrimunur.
Eg haldi eisini, at tónleikararnir hava ment seg hvør sær. Onkur hevur verið á tónleikaskúla og onnur hava fingist við tónleik á annan hátt, og Eivør hevur eisini gjørt eitt risalop í sínari karrieru seinastu tvey árini og hevur spælt og sungið sera fjølbroyttan tónleik. Hetta er alt ein fyrimunur fyri tað samlaða úttrykkið í bólkinum vildi eg mett.
Hvat tónleikinum hjá okkum viðvíkur, so er hann blivin bæði vakrari og ljótari og mildari og ógvusligari enn hann hevur verið. Eg haldi eisini at tú kanst siga hann meira stílreinur
nú enn hann plagdi at vera.
Hvørjar vónir hava tit til finaluna?
? Eg trúgvi at vit fara at spæla væl í finaluni hesaferð. Sjálvandi hevði tað eisini verið stuttligt at vunnið, men tað eru ikki vit, sum avgera tað. Eg haldi at næstan allir bólkarnir mugu roknast sum møguligir vinnarar av Prix Føroyrar finaluni.