Clickhaze við EP, Eivør og Petur

Í gjár kom leingi væntaða fløgan við Clickhaze, sum vann Prix Føroyar og harvið tryggjaði sær uppihald í donskum upptøkuhølum. Talan er um eina EP við seks løgum og Sosialurin slapp at lurta, áðrenn útgávudagin

Í gjár kom út fløga við einum hinum fremsta - og samstundis mest sermerkta - bólkinum í Føroyum.
Clickhaze vann sær sum Prix Føroyar vinnari pláss í Lundgaard Studios við Dave Hyatt handan knøttarnar. Leingi hevur tí verið bíðað eftir eini útgávu.
Og burturúr ferðini í upptøkuhølunum í Danmark komu 3 løg. 3 løg eru live upptøkur frá Prix Føroyar kappingini. Sosialurin hevur lurtað skjótt ígjøgnum fløguna áðrenn útgávudagin.
Byrjað verður við Daylight. Ein tung trummubyrjan leggur botn í og letur upp. Altjóða damúr er yvir lagnum, har Petur sleppur framat við sínum rappi/ tosi og teski, ið hóskar. Eitt gott lag og Eivør lyftir upp í hæddirnar.
Skirvin Flá. Kingo. Petur letur upp og Eivør førir okkum longur. Gott lag, eisini í tyngra enda.
Sorrig och Gledje. Kingo. Nú eru tey norðuri í Vík serfrøðingar í Kingo. Men neyvan hevði nakar annar tónleikabólkur gjørt Clickhaze hetta roysni eftir. At føra gamlt í nýggjan búna - Kingo til nútíðarrock. Ein frálík tulking, sum kemur at standa sum ein varði.
Seinnu 3 løgini kenna vit frá Prix kappingini, Frozen Lullaby, Notes fram the Underground og so frálíka og vælkenda Indigo Brow, sum óivað ljómaði í oyrunum á mongum eftir prix finaluna.
Heild
Mong høvdu helst hugsað sær eina heila fløgu við Clickhaze, men ein EP er ikki at blaka aftur. Tí talan er um bólk, ið hevur dygd. Har er góðs í og ein merkir, at bólkurin er gjøgnumførdur. Tað sama kann sigast um tónleikin.
Lat okkum minnast, at talan er um stak dygdargóðan bólk, tónleikarar, við Føroya mest karismatiska sangara eins væl og Føroya bestu sangarinnu.
Hetta er ikki bara eitt hendaga verk. Her er alt lagt í. Ein heild er komin burturúr og tað er ikki so ofta, at førosykir fløgukeyparar uppliva tað.
At lurta eftir - ella uppliva Clickhaze, er sum at koma í annan heim. Okey, talan er um ein heldur døkkan heim, men upplivilsi er tó positivt. Fatanin og útrykki er so sterkt, at ein verður tikin við inn í heimin, har seini sløgini og ofta døkku tónarnir sveiggja sum tari í logn.
Eitt heildarverk er komið burturúr. Og annað var kanska ikki væntandi frá Clickhaze, sum jú tykist gjøgnumført allan vegin.
Tillukku við tí, Clickhaze!
Til Danmarkar
Upptøkur eru gjørdar í Lundgaard Studios, í Jac-Zak, har Niclas Johannesen við pultin og í Norðurlandahúsinum við Finni Hansen við knøttarnar. Óli Poulsen ljóðblandaði.
Til ber eisini at hyggja inn á síðuna www.clickhaze.net
Í summar skal Clickhaze til Danmarkar at leika á festivalum. Og fløgan boðar frá góðum og kanska Clickhaze ger danska summarið enn betur.
Fløgan ger í hvussu er ikki føroyska summarið verri.