Cliff Richard fær umbering frá løgregluni

Fyri tveimum árum síðani rannsakaði enska løgreglan heimið hjá sangaranum Cliff Richard, tí hann var lagdur undir at hava gjørt seg inn á ein ungan drong á einari summarlegu í 1980’unum.

Løgreglan hevði varskógvað bretska kringvarpið BBC, sum sendi beinleiðis frá húsarannsóknini.

Eftir at løgreglan hevði kannað skuldsetingarnar nærri, komu tey til niðurstøðuna, at einki var um hesar skuldsetingar, og málið varð slept. 

Síðani í fjørsummar hevur Cliff Richard ført sak ímóti løgregluni fyri viðferðina, hann fekk í málinum, og ein dómarakanning kom eisini til ta niðurstøðu, at løgreglan av órøttum hevði skatt umdømið hjá Cliff Richard.

BBC heldur seg nú vita, at ein semja er gjørd í málinum. Hendan semja hevur við sær, at Cliff Richard fær eina almenna umbering frá løgregluni, og líkt er til, at sangarin eisini fær endurgjald.

Cliff Richard vitjaði í Føroyum í fjørsummar.