Fyrrverandi amerikanski forsetin fær bert eina gávu frá føroyingum. Vinnuhúsið skal handa honum og Hans Blix hvør sína gávu, og avgjørt er, at teir skulu fáa hvør sín bláan glasfugl, sum Tróndur Patursson hevur gjørt.
Tróndur Patursson, listamaður, sigur við Portalin, at hann er fegin um, at Bill Clinton fær ein av hansara glasfuglum.
- Bill Clinton hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri frið í heiminum. Hevði tað verið Reagan ella Bush, hevði eg neyvan verið líka fegin, sigur Tróndur Patursson.
Bláu fuglarnir eita Frælisfuglar, og Tróndur Patursson vónar, at tað kann stuðla undir føroyska stríðnum fyri tjóðarfrælsi, at ein amerikanskur forseti nú eisini eigur ein føroyskan frælsisfugl.
Annars væntar Tróndur Patursson ikki at tað hevur so stórt handilsligt virði fyri seg, at Bill Clinton og Hans Blix fáa hansara fuglar.
- Míni glasverk eru umboðað um allan heim. Og handilsliga hevur tað størri týdning, at listasøvn í Japan og Kina eiga verkini, enn at forsetin í Íslandi, danska krúnan, svenska krúnan og nú eisini ein fyrrverandi amerikanskur forseti eiga míni verk, sigur Tróndur Patursson.
Bláu glasfuglarnir skulu eisini prýða hølini uppi í Norðulandahúsinum, har fremstu vinnulívsfólk saman við útlendskari pressu eru savnaði í dag.