Fyri minni enn tveimum mánaðum síðani mátti fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton leggjast undir skurð, tí hann hevði trupulleikar við hjartanum, men kortini er hann nú farin upp í forsetavalstríðið.
Demokratarnir hava boðað frá, at Clinton fer undir eitt átak fyri John Kerry mánadagin, og at hann fer at leggja fyri í býnum Philadelphia. Býurin er í statinum Pennsylvania, har tað stendur á jøvnum ímillum Kery og George W. Bush, men demokratarnir vóna, at Clinton kann útvega Kerry so mikið av atkvøðum afturat, at hann kann vinna valið har.
Sambært BBC hevur Bill Clinton eisini eggjað demokratiskum stuðlum til at lata pengar til valstríðið hjá Kerry.