Clinton njósnaðist fyri CIA

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, njósnaðist fyri CIA, tá hann las á lærda háskúlanum í Oxford

Njósning
Árni Joensen:

Bretski tíðindamaðurin Christopher Hitchens vil vera við, at fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, arbeiddi sum njósnari hjá fregnartænastuni CIA, tá hann las á lærda háskúlanum í Oxford í Bretlandi, har Hitchens eisini las um sama mundið.
Sambært tíðindamanninum kunnaði Clinton amerikansku fregnartænastuna um studentar og onnur, sum vóru ímóti amerikansku krígsførsluni í Vietnam í 1968.
- Ein ella annar gav CIA hesar upplýsingar, og eg haldi fyri vist, at tað var hann, sigur Christopher Hitchens, sum ofta fanst at Bill Clinton tey árini, hann var amerikanskur forseti.