Bill Clinton er kortini so mikið varin, at hann hevur latið sín talsmann siga frá, at hann stuðlar Barrack Obama.
- Bill Clinton er sjálvandi til reiðar at tað, sum hann kann gera, um hann verður biðin um at virka við til at tryggja Barrack Obama forsetaembætið, sigur talsmaðurin hjá fyrrverandi forsetanum, Matt McKenna.
Orðini eru kanska plástur á sárið, tí einari røðu, sum Bill Clinton helt í gjár, nevndi hann ikki Barrack Obama, og hann svaraði heldur ikki, tá tíðindafólk spurdu hann, um hann stuðlar forsetavalevninum hjá demokratunum.
Hillary Clinton hevur harafturímóti boðað frá, at hon styðjar Obama, og hon hevur biðið sínar fremstu stuðlar gera tað sama.