Í nýggjari bók verður m.a. avdúkað, hví Clinton fekk eitt óhóskandi forhold við praktikantin Monicu Lewinsky í árunum 1995-97. Tað var ein av heimsins størstu sex-gølum, tá tað gjørdist greitt, at amerikanski forsetin, Bill Clinton, hevði havt eitt langt kynslig samband við praktikantin, Monicu Lewinsky.
Høvundurin Tylor Branch hevur havt 79 interview við Clinton og kann nú avdúka, hvat tað var, ið elvdi til, at sambandið byrjaði.
Eftir øllum at døma var Bill Clinton sera keddur av, at mamma hansara doyði í 1994. So keddur, at hann leitaði sær troyst hjá praktikantinum.
- Eg kláraði ikki meiri. Eg kláraði simpulten ikki meiri, sigur Bill Clinton við Tylor Branch, sambært avísini USA Today.
Bókin hevur eisini nógvar upplýsingar um forholdið millum Bill Clinton og Al Gore, sum ikki vóru bestu vinir.
Eisini snýr ein partur av bólkini seg um, hvussu Boris Yeltsin á eini almennari vitjan í 1995 gekk rúsaður úti á gøtuni í berum náttklæðum og royndi at fáa fatur á einum taxa. Hann vildi nevniliga hava eina pizza.