Clinton vildi ikki bumba bin Laden

Á heysti í 2000 fann eitt ómannað amerikanskt njósnaraflogfar Osama bin Laden í Afghanistan, men Bill Clinton, forseti, vildi ikki bumba. Hann vildi hava bin Laden tiknan á lívi

Ein dagin á heysti í 2000 tók eitt ómannað amerikanskt njósnaraflogfar nakrar myndir av venjingarleguni Tarnak hjá yvirgangsmonnum í Afghanistan. Myndirnar vóru týðiligar, og á einari stóð ein hávaksin maður í hvítum klæðum og tosaði við nakrar aðrar menn.
CIA var ikki í iva um, at tann hávaksni maðurin var Osama bin Laden, og fregnartænastan boðaði alt fyri eitt Bill Clinton, forseta frá, at nú høvdu amerikanararnir møguleikan at beina fyri yvirgangsleiðaranum við at bumba venjingarleguna.
Men Bill Clinton gav ongantíð boð um at bumba, tí hann vildi hava bin Laden tiknan á lívi, sigur ein CIA-kelda við sjónvarpið NBC, sum almannakunngjørdi myndirnar fyrrakvøldið. Amerikanararnir vóru longu tá farnir at leita eftir bin Laden, sum var settur í samband við yvirgangsatsóknirnar í Kenya og Tanzania í 1998 og atsóknina at World Trade Center í 1993. Hesi álopini kravdu 230 mannalív.
Ein fyrrverandi amerikanskur generalur, Gary Schroen, sigur við NBC, at amerikanararnir vóru ikki fyrireikaðir til at søkja at leguni í Tarnak, tá myndirnar avdúkaðu bin Laden. Hann váttar eisini, at ætlanin var at taka bin Laden á lívi.